Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Bindandi svar, takk!

Miðflokkurin skjýtur nú upp at seta í verk skipan, har Taks skal geva skattaborgara ella –fyritøku bindandi svar, tá spurt verður. Skipanin skal tryggja øllum eitt betri grundarlag at taka støðu á, tá ætlanir eru um broytingar, ið kunnu hava skattligar avleiðingar.

Tey eru ikki so fá, sum eru komin í ta støðu, at tey hava vent sær til Taks við fyrispurningi um eitthvørt og fingið munnligt svar – ofta umvegis telefon. Tá borgarin so hevur bygt sínar avgerðir á svarið frá Taks, kann hann vera komin í ta støðu, at skattliga avleiðingin gjørdist ein onnur enn tann, sum upprunaliga hildið. Orsøkin er sum oftast, at tá svarað verður, er málið ikki nóg væl lýst ella at partarnir ikki hava tosað sama mál. Fyri at geva borgaranum betri grundarlag – og fyri at geva Taks eitt betri grundarlag at byggja svarið á – verður skotið upp ein skipan við bindandi svari.

Verður uppskotið samtykt, kann borgari framyvir fáa eitt skrivligt svar um einhvørja dispositión við møguligari skattligari avleiðing, sum er løgfrøðiliga bindandi. Tað merkir, at skattaborgarin ikki kann fáa aðra skattseting enn hana, sum hann frammanundan skrivliga hevur fingið frá Taks.

Uppskotið eigur ikki at økja um umsitingina, tí nú kunnu fólk kenna seg tryggari – sjálvandi treytað av, at uppskotið verður samtykt – og harvið byggja sínar avgerðir á betri grundarlag. Avleiðingin verður, at nøkur sleppa sínum ætlanum um ávísar dispositiónir, meðan onnur ikki nýtast at kæra, fyri at fáa sín rætt.

Bill Justinussen