Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

BIRGIT ARGE FRÁ FYRI ALDUR

Móttøka var seinnapartin fríggjadagin í Hoyvíkar skúla, nú skúlastjórin seinastu nærum 13 árini, Birgit Arge, er farin frá vegna aldur.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, flutti fram røðu.

- Eg haldi, eg kann siga, at tú ert ein ektað havnarkona. Bæði foreldur tíni vóru havnarfólk, og tú vaks upp í eini sannari perlu við Tinghúsvegin, har tú framvegis býr.

Tú tókst læraraprógv á Jonstrup Seminarium í 1978. Síðani 1982 hevur tú arbeitt í Hoyvíkar skúla, fyrst sum lærari, síðani frá 1997 sum varaskúlastjóri, og sum skúlastjóri frá 2003 til nú, tú hevur valt at fara frá.

Hóast tú kundi verið skúlastjóri í nøkur ár aftrat, so er hetta løtan, tú hevur valt at gevast. 

Eftir at hava starvast í skúlanum í 34 ár sigur tú Hoyvíkar skúla farvæl, og sera nógv man vera at minnast aftur á. Eg giti, at tær løturnar, tú fert at minnast serliga væl, eru, tá ið tú hevur tikið ímóti nýggjum starvsfólkum og nýggjum næmingum og so sjálvandi eisini tær, tá ið tú hevur handað prógv og sagt næmingum farvæl, næmingum, sum í flestu førum hava gingið í skúlanum í níggju ár, og sum eru til reiðar at fara víðari í lívinum og taka við nýggjum avbjóðingum. 

Lítið er at ivast í, at nú tú stendur á einum vegamóti og skal gevast í Hoyvíkar skúla, so er tað við sorgblídni, at tú sigur øllum farvæl. Men eg eri sannførdur um, at í minni tínum er ein røð av góðum skúladøgum, hendingum og menniskjum, sum hava ríkað títt lív, og somuleiðis eru starvsfólk, foreldur - og síðst, men ikki minst - næmingar, sum fara at minnast teg við virðing, gleði og takksemi.

At arbeiða í einum skúla er sermerkt á tann hátt, at hann er merktur av einum streymi av fólki, sum kemur og fer. Hvørt ár koma seks – sjey ára gomul børn so spent í fyrsta flokk, tey eru á einum vegamóti og skulu í skúla. Hvørt ár fara ung 16 ára gomul líka spent úr skúlanum aftur. Tey eru eisini á einum vegamóti, eru liðug við fólkaskúlan og fara ymsar vegir víðari í lívinum.

Tú hevur satt máloyra og hevur góðar málsligar førleikar, hesum hava ikki bara næmingar í Hoyvíkar skúla havt gagn av, men allir næmingar í Føroyum. Tí tú hevur saman við Lydiu Didriksen skrivað bøkurnar Kom og skriva 1, Kom og skriva 2 og Kom og skriva 3. 

Haraftrat hevur tú skrivað ungdómsbókina Sundur og saman, sum hevur verið nógv lisin bók í eldru flokkunum í fólkaskúlanum. Og t.d. í “Mín jólabók “1999, 2000 og 2002 er ein jólasøga í hvørjari. Søgurnar eru "Tá ið Frida, Fróði og Finnur varnaðust jólagleðina", "Jólagávan til ommu" og "Loynivinurin".

Á heimasíðu skúlans eru "Virði og reglugerð fyri Hoyvíkar skúla" at finna. Eg havi lisið leiðreglurnar her og serliga lagt merki til, at skúlin leggur stóran dent á felagsskap, trivnað og samstarv.

Tú ert ein býarmynd, ein av teimum, sum er at síggja til gongu í Havnargøtum. Tú hevur eisini hund alla rættari hundar, og gongur ofta túr við teimum.

Í byrjanini nevndi eg heimið við Tinghúsvegin. Garðurin er tiltikin. Eija Mäkivuoti hevur givið út eina myndabók við fotomyndum og teksti, onkrar av myndunum eru tiknar í garðinum hjá tær. Heitið á bókini er eisini “Havin hjá Birgit”, so hann er víða kendur.

At enda, Birgit, fari eg vegna Tórshavnar kommunu at takka fyri gott samstarv og ynskja tær blíðan byr, nú tú fer undir eitt nýtt tíðarskeið í tínum lívi. Takk fyri tín stóra innsats og stóra arbeiði hesi árini. 

Eg veit ikki, um tú dugir at taka tær av løttum, men við fýra synum og fimm ommubørnum, hevur tú helst ríkiligt at takast við.