Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

BIRKILUND LETUR UPPAFTUR

Samkoma var á Birkilund nú seinnapartin, nú stovnurin letur uppaftur. Stovnurin hevur langa søgu. Upprunaliga varð byrjað við eini vøggustovu Yviri við Strond, sum Nancy Bjørklund tók stig til. Vøggustovan læt upp fyri skjótt 50 árum síðan, tann 18. okt. 1965. Í 1972 fluttu tey í eini hús á Lützenstrøð. Men í 1983 bleiv dreymurin hjá Nancy Bjørklund at fáa ein barnagarð til veruleika - tá bleiv Vøggustovan og Barnagarðurin á Konmansmýru tikin í nýtslu. Seinni skifti stovnurin navn til Birkilund.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, greiddi frá nýggjaru søguni á samkomuni í dag. Kommunan yvirtók eftir áheitan sjálvsognarstovnin. Tað var í september 2011, at nevndin fyri sjálvsognarstovnin heitti á býráðið um at yvirtaka stovnin uttan millumrokning. Bygingurin hevði stóran umvælingartørv.

Í juni 2012 mælti mentamálanevndin í Tórshavnar býráð einmælt kommununi at taka dagsstovnin Birkilund við Hoyvíksvegin niður. Nógvar kanningar vórðu gjørdar. Tosað varð leingi um, annaðhvørt stovnurin skuldi byggjast av nýggjum ella fáa eina høvuðsumvæling. Stovnurin er stórur og varð bygdur tíðliga í áttatiárunum. Stovnurin hevði trupulleikar av lekum í fleiri ár. Tað gjørdist tí neyðugt hjá kommununi at taka stig, sum livdu upp til dagsins krøv í allar mátar, tað veri seg við tilfari, innrætting til tey pædagogisku krøvini og útgerð annars, so sum hitaverki og luftskifti.

Tað var í mai í fjør, at arbeiðið at høvuðsumvæla dagstovnin Birkilund varð boðið út. Arbeiðið varð boðið út til tveir arbeiðstakarar og eitt tilboð kom inn, tað var frá Húsavarðatænastuni. Allar veitingar eru við í tilboðnum, samstundis sum stovnurin verður umvældur soleiðis, at atlit verða tikin til tey krøv, sum í dag verða sett til bjálving, el, ventilatión osv. Nevnast kann, at arbeiðið hevur umfatað alla takkonstruktiónina, nýggjar útveggir, nýggj vindeygu og úthurðar, útveggir og tak eru bjálvað sambært dagsins krøvum, útveggurin í kjallaranum er bjálvaður uttan og pussaður, allir skilaveggir eru klæddir við gipsi, gólvbelegningurin og allir listar eru skiftir, umframt at stovnurin er málaður innan sum uttan.

Sanitet- og hitainnleggingin er betrað, nýtt ventilatiónsannlegg er sett upp á ovaru hædd, CTS-stýring er sett upp og lendisarbeiði er gjørt fram við bygninginum.


Yvirlit yvir arbeiðstakarar, sum hava gjørt arbeiðið á Birkilund:

Høvuðsarbeiðstakari:
Húsavarðartænastan

Undirarbeiðstakarir:
P/F Maria Poulsen
(Sp/f) KLIMA.fo
Sp/F El-net
(Sp/f) Málarameistari Ransin N. Djurhuus
Sp/f Gólv v/Monrad Mouritsen
Sp/f David Nordendal
J & B Kyster sp/f
Sp/f Global Dry Ice Fo
P/F Nomatek

Tilkallaður Ráðgevi
Sp/f Spenn

Innbúgv
P/F Blika

Spælipláss
Sp/f Innspark (uttandura møblar og gummiasfalt o.a.)
Sjóndepilin (Plantukassar, plantur v.m.¸ ávegis vegna summarferiu)
Tekniski Skúli (Pavillion, ávegis vegna summarferiu)

Kommunalt eftirlit:
Bárður Johannesen


- Hetta er ein stórur dagur, nú vit partvíst taka stovnin í nýtslu aftur. Her hongur onkur snøkil eftir, men hetta er vala arbeiði, sum her er gjørt. Eg fari at takka tykkum á Húsavarðartænastuni og øllum undirveitarum tykkara fyri gott samstarv gjøgnum eitt ofta trupult arbeiði, og takk fyri eitt framúrskarandi úrslit. Eg fari samstundis at ynskja tykkum á stovninum hjartaliga tillukku og bestu eydnu í framtíðini, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at enda.