Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Bjarni Djurholm eggjar til lógarbrot

Bjarni Djurholm hevur sambært fjølmiðlunum harðliga hartað Tórshavnar býráð fyri ikki at vilja lata Bústøðum lendi ókeypis, so at byggjast kunnu lestraríbúðir í Havn. Hetta sagt av løgtingsins røðarapalli. 

Tingfólk skulu kanska ikki kenna detaljurnar í øllum teim lógum, tey til dagliga lóggeva um. Tingfólk skulu kanska heldur ikki kenna ta regluverk, tey hava latið landsstýrinum at umsita. Men nakrar lógir og ásetingar eru meira fundamentalar enn aðrar, og í hesum føri eigur Bjarni Djurholm, tingmaður í mong ár, at vita betur.

Tí er tað heilt ófatiligt, at eitt kjak á so lágum støði kann fara fram av løgtingslimum, eins og tað er líka ófatiligt, at ting- og landsstýrisfólk hava so lítið innlit í tær lógir, tey sjálvi umsita.

Tá Bjarni Djurholm í gjár sigur, at Tórshavnar kommuna ikki hevur kent sína vitjunartíð, so ivast ein bæði í, um maðurin býr í Havn og um hann er løgtingslimur. Tórshavnar kommuna hevur nógv samskifti við Bústaðir bæði um vanligar leiguíbúðir og lestraríbúðir. Tórshavnar kommuna skal vera altjóða lestrarbýur, har tað eisini er eitt fjølbroytt og gevandi lestrarumhvørvi, herundir við lestraríbúðum.

Tað ber tó ikki til hjá kommununi at geva lendið ella ognir til Bústaðir ókeypis. Sjálvt um kommunan vildi tað, so kann hon tað ikki, tí tað er ikki lógligt. Tað er ein lóg, sum forðar tí, Bjarni Djurholm!

Tað tykist tó verða vanlig fatan millum tingfólk, at tað ber til. Tú ert ikki tann einasti, Bjarni, sum heldur tað, tað hoyrist dagliga bæði á tingi, í fjølmiðlunum og sosialu miðlunum. Og tað er ivaleyst tí, at kring landið er ávís praksis at lata lendi til almenna bygging, møguliga eisini til privata bygging, so at siga ókeypis til tess at draga til sín íbúgvar og arbeiðspláss. Men ger Tórshavnar kommuna tað, er kommunala eftirlitið á gátt beinanvegin. Kommunala eftirlitið hevur sín egna selektiva praksis, og tað er bert ein sannroynd, at eftirlitið við Havnini er strangari enn við øðrum kommunum.

Kommunan eigur onga jørð. Tað er tað almenna, ið eigur jørðina. Kommunan má keypa jørðina frá almennum stovni, sum løgtingið umsitir. Og sambært kommunustýrislógini og kunngerð um alment útboð av kommunalari fastogn, sum sama løgting hevur samtykt, er tað ólógligt at lata grundøki kostnaðarfrítt. So einfalt er tað og hetta eigur ein løgtingsmaður at vita.

Bústaðarpolitikkur landsins
Men tað er ikki kommunan, sum hevur ábyrgd av bústaðarpolitikki landsins. Tað hava til dagligt landsstýrismaðurin í fíggjarmálum og landsstýrismaðurin í almannamálum. Partafólk tíni, Bjarni. Spurningurin er eisini, tá talan er um lestaríbúðir, um tað bara er ein uppgáva hjá Tórshavnar kommunu at útvega íbúðir til lesandi úr øllum landinum.

Avbjóðingin hjá øllum er at fáa bíligan leigukostnað. Landið hevur latið Bústøðum mvg-frítøku í sambandi við bygging, men bert í nøkur ár. Tað hjálpir nakað. Tórshavnar kommuna hevur sanniliga eisini tikið ábyrgd. Kommunan fekk eftir drúgvt stríð góðkenning frá kommunala eftirlitinum, at til ber at selja Bústøðum byggilendi uttan útboð og fyri prís, ið landið kann keypa fyri. Tað hjálpir eisini nakað.

Men eftir stendur, at tað framvegis er dýrt at byggja. Tað veit Bjarni, sum er aktivur í byggivinnuni, alt um. Bústaðir er neyvan hjartabarn hansara, tí Bústaðir ynskir at byggja bíligt, sum jú rætt er til tess at liva upp til bústaðarpolitikk landsins. Tað er kanska eisini tí, at hann sum skálkaskjól sleingir um seg við ákærum móti okkum á Vaglinum.

Bjarni krevur t.d., at Tórshavnar kommuna skal lata lendi til eitt nú lestraríbúðir fyri einki - "harvið hevði prísurin at leiga eina slíka íbúð verðið næstan helvtina minni". Bjarni Djurholm kann sjálvandi biða Búnaðarstovuna geva kommununi jørðina fyri einki. Men jarðarprísurin, sum Bústaðir letur kommuni, er bara ein minimalur partur av prísinum - umleið 150 krónur fermeturin - meðan íbúðirnar kosta um 15.000 fermeturin. Hvussu skal so lendið, sum kommunan letur Bústøðum fyri minimalprís, gera íbúðirnar helvtina bíligari? 

Her er ikki høpi í.

Bjarni kundi eisini tikið í egnan barm sum lóggevi. Tað er jú í gildi ein lóg, sum heimilar løgtinginum at játta stuðul til lestraríbúðir og kollegium. Men til tess at játta stuðul krevst, at játtan er tøk, og á henda hátt kundi leigukostnaðurin eisini lækkað. Men tað hevur Bjarni og restin av løgtinginum ikki viljað, tí har er ikki ein króna játtað í meira enn eitt áratíggju.

Vit hava upplivað tað sama í sambandi við kjak í løgtinginum um tørv á bústøðum, verkstaðarplássum og virkishúsum til fólk við serligum tørvi, tá Annika Olsen spurdi, hví Tórshavnar kommuna ikki lat Almennamálaráðnum grundstykki ókeypis. Svarið er tað sama: Tí tað er fullkomiliga ólógligt í mun til tær lógir, bæði Annika Olsen og Bjarni Djurholm hava verið við til at samtykkja. Og haraftrat var hetta eitt reint landspolitiskt ábyrgdarøki - mann hevði bara valt at raðfesta uttanum Havnina.

Lestraríbúðir í miðbýnum
Góði Bjarni. Eg kann upplýsa tær, at Tórshavnar kommuna er í konstruktivum samskifti við Bústaðir um eina størri verkætlan at útvega einar 35-40 lestraríbúðir – mitt í Havn. 

Hetta kann gerast bíligt við umbygging av parti av niðurlagda Kommunuskúlanum, sum aftur verður eitt aktiv fyri miðbýin. Hetta er ein spennandi verkætlan, sum um stutta tíð verður løgd fram til politiska viðgerð í býráðnum.

Jú, Bjarni Djurholm, sanniliga tekur Tórshavnar býráð ábyrgd. Heldur enn at blása torvmold í eyguni á fólki, hevði tað tænt tykkum í løgtinginum betri at hjálpt til, so at bústaðarpolitkkur landsins fekk eitt betri støði at standa á, so at øllum ber til at fáa bíligan bústað.

Heðin Mortensen
borgarstjóri