Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Heini á Fjallinum fer at verða lærari á bridgeskúlanum í Bridgehúsinum hiðani til jóla.

Bjóða heilanum av – í bridge

Hvørt hóskvøld til jóla verður bridgeskúli í Bridgehúsinum í Havn, men longu leygardagin 12. oktober ber til at royna seg við bridgeborðið á torginum í SMS. Tey, sum halda tað verða avbjóðandi og hugnaligt at taka kort í hond og spæla eitt sindur av kort, kunnu nú læra seg bridge.

Havnar Bridgefelag skipar fyri bridgeskúla hóskvøld til jóla.

Men longu leygardarin 12. oktober verður møguleiki at royna bridge á torginum í SMS. Trý bridgeborð verða settt upp og øll, sum hava hug at seta seg niður við nøkrum royndum spælarum, sleppa at tað. Borðini standa uppi á torginum í SMS frá kl. 12.00 til 15.00. Tað er ikki ringt at læra mannagongdina í bridge og verður spælt við javnlíkum er hetta kortspælið eins stuttligt og spennandi, sum hjá teimum meiri royndu. Eyðkenni við kappingarbridge er, at tað hevur lítið og einki við hepni at gera. Í kappingarbridge spæla øll somu kort, so tað ræður um at duga best við kortunum, tí úrslitini verða samanborin við hini, sum hava spælt somu kort.

Tey, sum hav hug at royna hetta avbjóðandi kortspælið – bæði ung, sum tilkomin, kunnu møta upp í Bridgehúsinum í Havn hóskvøldið 17. oktober kl. 19.00. Bridgeskúlin verður hvørr hóskvøld frá kl. 19.00 til 21.00 fram til jóla.