Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Bjørg Jacobsen er ársins álitisfólk

Bjørg Jacobsen, felagsálitisfólk á Føroya Tele, var á aðalfundinum hjá Starvsmannafelagnum leygardagin vald til ársins álitisfólk 2016

Bjørg arbeiðir til dagligt sum samskipari á marknaðar- og produktiónsdeildini á Føroya Tele.

Tað er nevndin í Starvsmannafelagnum, sum velur ársins álitisfólk  og í grundgeving síni fyri at velja Bjørg Jacobsen til ársins álitisfólk, skrivar nevndin:

Bjørg hevur í virki sínum sum álitisfólk, samvitskufult og ábyrgdarfult røkt starvið og talað søk starvsfólkanna. Hon hevur gjøgnum yrki sítt stríðst fyri rættindum hjá starvsfeløgum sínum, samstundis sum hon hevur vakt ans, áhuga og virðing fyri álitisfólkaskipanini.´

Starvsmannafelagið ynskir Bjørg hjartaliga tillukku við heiðurinum.