Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Bjørn Kunoy nýggjur sendimaður í Moskva

Bjørn Kunoy er settur í starv sum sendimaður á komandi føroysku sendistovuni í Moskva.

Hann hevur seinastu sjey árini starvast sum løgfrøðiligur ráðgevi og samráðingarleiðari í uttanríkistænastuni í Tinganesi.

Uppgávurnar hjá nýggja sendimanni Føroya í Moskva verða at umboða føroyskar myndugleikar mótvegis russiskum myndugleikum og øðrum sendistovum í Moskva, at virka fyri at fremja føroysk áhugamál í Russlandi, eins og at røkja sambond við russiskt vinnulív og mentanarlív.

Bjørn Kunoy er 39 ára gamal.

Hann er løgfrøðingur frá Université Paris Ouest Nanterre, umframt eisini at hava lokið útbúgvingina LLM (Master of Laws) frá Evropakollegieunum í Brugge.

Í 2013 gjørdist hann doktari í løgfrøði á Université Paris Ouest Nanterre.

Sendistovan verður eftir ætlan latin upp fyrst í komandi ári.