Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Bleiv útnevndur lordur og ráðharri sum tøkk fyri at slóa veg til skattafrælsið og skjól í skattaparadísi

Omanfyristandandi tíðindi vórðu søgd í morgun. Vit eru vitandi um, at hjá okkum eru 100,-tals mill. kr – sum eiga at vera goldnar í skatti - ikki komnar í skattakassan/landskassan seinastu árini. Men vit vita ikki í hvørjum av teim mongu skattaparadísunum tær mongu mill. kr. eru fjaldar, og hvør ella hvørjir hava verið og eru vegvísararnir. Tí føroyingar eru ikki býttir. Teir kenna eisini sniðgøtur, sum eru teimum til fyrimunar, og teir eru ikki bangir fyri at ganga tær á enda.

Okkara og myndugleikanna uppgáva er at finna út av, hvat ella hvørji skattaparadís føroyingar brúka, og síðani fáa peningin heim og síðani seta teir bummar fyri, sum neyðugir eru at seta, so eingin fær gingið paradísgongu í framtíðini. Síðani má haldast eitt klárvakið eyga við skattasnýtarum, tí sovorðnir leita uttan íhald eftir holum, sum teir kunnu nýta, og holini verða nýtt til tað ýtarsta.

Enski skattaundandráttarvegleiðarin varð kosin lordur og ráðharri fyri sítt skitna og landasvikaliga arbeiði.

Hvat við okkum føroyingum? Eg veit ikki, hvussu paradisiskir skattaskjólssnýtarar, ið nærum altíð erú múgvandi menn,løna ella heiðra teimum, ið vísa vegin til hitt mammonska paradísskjólið ella eisini tey, ið velja at halda eyguni løst aftur, tá tey eiga at síggja, hvat og hvør, ið ger hvat á skattasvíkjaraumráðnum og steðga galskapinum í stundini.

Okkara hjálparar til skattaundandrátt verða kanska útnevnd til landsstýrisfólk ( ráðharri) og fyri lord leiðara ársins leiðara ella sett í gott og gevandi starv. Hvør veit?

Dagfinnur Danbjørg.