Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Blóð á koddanum

Grein frá: 

Dan Klein --- 16.11.2011 - 21:04

Føroya rættur avgjørdi í kvøld, at varðhaldsfongsla mannin í fjúrtan dagar, sum løgreglan hevur skuldsett fyri at hava dripið Pidda. Orsøkina til varðhaldsfongslingina eru tekniskar kanningar.

Haraftrat er funnin ein blóðugur koddi heima hjá varðhaldsfongslaða á Nesi á Toftum, sum ger, at dómarin hevur loyvt at búra mannin inni, sum hinvegin staðiliga hevur víst aftur, at hann er sekur í nøkrum, sum helst, og visti ikki hví hann varð handtikin.

Varðhaldsfongslingin er kærd til Landsrættin, sum nú skal taka støðu til um varðhaldsfongslingin er í lagi. Maðurin hevur eisini klagað um, at hann er hildin aftur longri enn 24 tímar, áðrenn hann kom fyri ein dómara, og tað er ikki loyvt sambært lógini.

Hetta hevur rætturin tó ikki tikið støðu til enn.

Oyggjatíðindi hevur fyrr avdúkað, at maðurin er av øðrum etniskum uppruna, og hetta hevur ført til, at neyðugt hevur verið við tulki í rættinum.

Tann 32 ára gamli er serbi.

Sum sagt, so er Piddi ikki funnin, men løgreglan váttar, at tey leita eftir tekniskum prógvum í bingjum við brennistøðina í Leirvík og aðrastaðir. 

Hetta hevur skund, tí tað má sigast at vera á tunnum grundarlagið, at løgreglan hevur fingið varðhaldsfongslað mannin í bara 14 dagar fyri so grova skuldseting, og uttan at nakað lík er funnið.

Fyribils hevur løgreglan bara blóð á einum kodda, og kanska onkur onnur teknisk spor at halda seg til.

----

Vit skulu gera greitt, at ístaðin fyri serbe, skal standa kroati.