Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Alis Jacobsen, lærari

Bloggur: Tí eru vit vorðin so fátæk

Alis Jacobsen, skrivar blogspot.com/: Hvat er galið? Hví hava vit ikki ráð til nakað longur, sjálvt um inntøkurnar á sjógvi og landi ikki hava verið hægri enn tað sama. Peningurin røkkur ikki til, hvørki hjá privatum húsarhaldum ella hjá landinum.

Landsbankastjórin

Landsbankastjórin sigur, at tað skulu bygnaðarbroytingar til. Teir smáu skúlarnir skulu vekk, eitt sjúkrahús, í staðin fyri trý, og rationaliseringar innan almennaøkið og fiskivinnuna.

Hevur landsbankastjórin rætt?

Hesir tankar eru ikki nýggir. Teir hava verið frammi í nøkur ár, og eru eisini í stevnuskránum hjá politiskum flokkum hjá okkum. Men um vit hyggja at, har hesar teoriir eru praktiseraðar, so hava tær onki hjálpt upp á fíggjarligu støðuna.

Í Danmark eru komunurnar lagdar saman í størri eindir. Skúlar og barnagarðar eru niðurlagdir og sjúkrahúsverkið hevur sagt fólk úr starvi.

Fólkalívsfrøðingur er komin til tað niðurstøðu, at nýggja kommunulógin er atvoldin til avfólkingina av útjaðarinum, og annars er fylgjan av hesum miðsavningarpolitikki, saman við skattalættanum til tey ríku, at arbeiðsloysið støðugt veksur.

Fíggjarkreppan

Støðan er tann sama í øllum vesturheiminum, sum er við at býta um pláss við triðja heimin, sum menningarlond. Skylda verður upp á fíggjarkreppuna, sum byrjaði í USA. Men hví koma fíggjarkreppur? Hvat er ein fíggjarkreppa?

Margrit Kennedy

Ein, ið kannar og skrivar um búðskapargongdina í okkara tíð, er týska Margrit Kennedy. Hon hevur doktaraheiti í filosofi í almennum- og altjóða viðurskiftum.

Tí kostar alt so nógv

Margrit skrivar, at uttan mun til um vit hava lán ella ei, so gjalda vit øll rentur alla tíðina. Flestu av okkum gjalda rentur av lánum í húsinum, sum vit búgva í. Handilin, har vit keypa vørurnar, vit brúka, skal gjalda rentur. Farmaskip og bilar, ið koyra vøruna, gjalda rentur, framleiðarin av vøruni hevur eisini rentur at gjalda, og tann, ið skal gjalda allar hesar renturnar, er brúkarin, ið keypir vøruna. Tí gjalda vit nógvar ferðir tað, ið vøran er verd.

Almennir bygningar og íløgur eru eisini gjørd fyri lán, og fiskiskipini eru fíggja við láni.

Gáva frá teimum fátæku til tey ríku

Átta tíggjundapartar av fólkinum í einum landi hava undirskot av rentunum. Tey gjalda meira rentu enn tey fáa fyri innistandi pening.Tveir tíggjundapartar hava yvirskot av rentum. Tey fáa meira í rentu enn tey gjalda. Yvirskotið hjá hesum svarar til undirskotið hjá hinum átta tíggjundapørtunum. Næstovasti tíggjundaparturin hevur eitt lítið yvirskot, meðan ríkasti tíggjundaparturin av fólkinum fær so at sig alt yvirskotið, ið svarar til tað, ið átta tíggjundapartarnir gjalda.

Peningarenslið steðgar

 Peningur eigur at vera ein tænasta, ið landi letur borgarunum at brúka, til at skifta um vørur og tænastur við. Men her eru vit ikki øll javnt sett. Tey, ið hava meira enn tey brúka, taka rentur frá hinum og koma á henda hátt at eiga meira og meira pening. Tá so allur peningurin er í hondunum á nøkrum fáum, steðgar peningarensli. Tey, ið ongan pening hava, kunnu ikki keypa, og framleiðslan steðgar. Hetta hevur arbeiðsloysi við sær, og ónda ringrásin er í gongd.

Renta av rentu

Margrit sigur, at rentuskipanin, ið vit hava, við rentu og rentu av rentu, er ein sjúk skipan. Klárar tú ikki at gjalda rentuna so hvørt, so skalt tú gjalda rentu av rentuni, og skuldin veksur við størri og størri ”ferð”, ið kann samanberast við ein krabbameinssvull, ið ikki ber til at lekja. T.v.s. at ongin møguleiki er at sleppa burtur úr skuldabyrðuni, og tú verður bundin at peningastovninum restina av lívinum.

Rentufríur peningur

Í Danmark finnast peningastovnar: JAK Andelskassar, Felags Sparikassar og fleiri, ið hava sum aðalmál, hvørki at taka ella lata rentur. Hesir vóru stovnaðir í 1930 árunum og hava fingið stóra undirtøku seinastu árini, nú fólk hava mist álitið á vanligu bankarnar. Ein teirra er Andelskassen OIKOS, Nørregade 6, 1 í Keypmannahavn. Áhugavert hevði verið, um stig vórðu tikin til ein slíkan peningastovn í Føroyum. Frágreiðing um skipanina finnast á alnótini undir stavinum J.A.K. og heimasíðuni http://www.jak.dk/.

Peningur eitt amboð

Vit hoyra ofta, at peningur bara kann brúkast einaferð, men tað er ikki satt. Sleppur peningurin at ferðast frá einum til annan, skapar tað vøkstur í samfelagnum. Tá vit lata peningin frá okkum, halda vit okkum hava mist hann, men havi eg keypt mjólk, so fær bóndin peningin, og kann so víðari fyri vunnan pening keypa sær aðrar vørur og tænastur o.s.v. Oftari peningurin skiftir hendur, størri verður virksemi og minni arbeiðsloysi.

Roknistykkið gongur ikki upp

Okkara peningaskipan við lønum, skatti, mvg, vinningsbýti og rentum ger, at samfelagsroknistykkið ikki gongur upp. Hjá stórum parti av lønmóttakarum røkkur ikki til, hvussu tey royna, tað ber snøgt sagt ikki til, og hjá landinum er líka ringt. Tey, ið hava sett seg á peningin, halda fast í hann og duga væl at fáa sínar politikkarar framat. Eisini teir sokallaðu arbeiðaraflokkarnir duga ofta ikki at síggja aðrar loysnir og møguleikar, enn orðini hjá Landsbankastjóranum,, sparing og rationalisering.

Lond seta seg í skuld

Peningarensli skuldi, sum sagt, verið ein tænasta frá landinum til fólki, men londini, ið hava somu samfelagsskipa sum vit, hava onga stýring á hesum viðurskiftum. Ein orsøk er, at tá londini ikki fáa nokk í landskassan til ásettu útreiðslurnar, taka tey lán frá bankum og fíggjingarstovnum. Hesir eru altíð grammir at lána til lond, tí tað verður mett sum tryggastu útlánini. Um rentan hækkar ella aðrir trupuleikar eru, so kann landið bara krevja meira inn í skatti. Tá kreppurnar so koma, orsaka av, at peningarensli steðgar upp, yvirframleiðslu og ov stórari rentubyrðu, so krevja hesir bankar at landið, ið skyldar teimum pening, sker niður almennar útreiðslur. Sparingar á øllum økjum, og í síðsta enda koma IMF og Heimsbankin, sum ovasti mynduleiki.

Heimsbankin

Heimsbankin hevur til endamáls at tryggja áhugamálini hjá verðandi peningaskipan, stóru peningastovnunum og teimun fólkum, ið eiga so at siga allan peningin í heiminum. Dømi Grikkaland: Tey múgvandi í Grikkalandi, ið samstundis ráða yvir fjøllmiðlunum, hava lopið út í orð, at grikkar eru dovnir og ikki tíma at arbeiða. Sannleikin er, at privata vinnan í Grikkalandi ikki hevur siðvenju at gjalda skatt. Ongin politikkari hevur higartil megna, at fáa hesi at gjalda skatt. Landið hevur tikið nógv lán og selt lánsbrøv til at fíggja til dømis hernaðarútgerð, keypt í Týsklandi. Nú, tá landið ikki klárar at gjalda, fær arbeiðandi fólki skylduna, stjørnin fær boð frá EU og IMF um at spara. Fólk liggja á gøtunum og doyggja í armóð og hungri, men størsti trupuleikin, vit hoyra um, er at euran er í vanda.

Effektivt arbeiði

Bernard Lietaer professari í fíggjarfrøði og fyrrverðandi sentrabankastjóri í belgiska sentralbankanum, sigur í bókini ”Fremtidens penge”: at ár 1800 arb. 80% av fólkunum í USA í landbúnaðinum, í 1900 48 %, í 1950 11% og í dag 3%, og hesi 3% framleiða mjøl til alt USA og ein stóran part av heiminum.

Um 30 ár verða 2% av samlaðu arbeiðsmegini, sum er í heiminum í dag, før fyri at framleiða allar vørur, ið brúk verður fyri. Hvat skulu hini 98% gera?

Peningurin er ikki har, ið brúk er fyri honum

Henda gongdin er eisini hjá okkum, eins og í øllum vesturheiminum. Tí er tað ímóti øllum logikki, at spara innan almennar tænastu so sum barnaansing, skúlar, sjúkra-, og eldrarøkt. Trupuleikin er bara, at peningurin ikki er har, ið tað er brúk fyri honum. Peningurin ferðast runt allan knøttin, har hann, sum krabbameinssvullurin vil vaksa, hann vil hava meira rentu og meira profit.

Komplimenterur peningur

Bernard Lietaer mælir til at loysa kreppun, við at gera eina peningaskipan við síðuna av tí gomlu skipanini. Fleiri royndir eru, har lokal fólk og politikkarar hava sett annað slag av peningi, enn vanliga góðkenda peningin, í umfar.

Best kenda dømi er býurin Wørgl í Eysturríki. Fyri at basa ringasta arbeiðsloysinum í 1932-1933 fekk borgarstjórin í býnum handilsfólkið at ganga við til at brúka serligar schllings. Prentaðir vóru 5000 schillings, ið býráðið brúkti sum útgjald til lønir. Fyri henda pening lat býurin gera vegarbeiði, byggja brýr, og aðrar almannar tænastur.

Tiltakið eyðnaðist so væl, at aðrir býir vildu hava somu skipan. Men tá blivu etableraðu bankarnir bangnir, og fingu politikkararnar, at steðga tiltakinum við lóg. Í Føroyum kenna vit til komplimentera peningaskipan frá Kjølbro í Klaksvík undir seinna heimbardaga.

Bankaskipan uttan rentur og vinningsbýti

Føroyar eru í donsku peningaskipanini við donsku krónuni. I Danmark er lógarforboð fyri at gera annan pening. Men lógir kunnu broytast. Bæði í Danmark og í Týsklandi arbeiða fíggjarfrøðingar og bólkar fyri at fáa broytt hesi viðurskifti, men tað krevur, at valdir verða politikkarar, ið taka undir við sjónarmiðinum. Í Svejs eru tvey sløg av peningi, so har er loyvt at hava fleiri peningaskipanir.

Lív er í gomlu rørsluni aftanfyri JAK í Danmark og har er loyvt at hava anpartapeningastovnar, ið umsita lønir og pening hjá fólki fyri eitt lítið avgjald til umsitingarútreiðslur. Í peningastovnum hjá ”Landsforeningen J.A.K.” er í dag møguligt at hava netbankaskipan og kontokort(visa-kort).

Tá hesir stovnar eru loyvdir í Danmark, skuldu teir eisini verið loyvdir í Føroyum?

Hvat vilja vit?

Tá tað bert er brúk fyri einum lítlu brøkparti av arbeiðsmegini, til at framleiða tað okkum tørvar til at liva, hvør er so logikkurin við at spara og siga alment lønt fólk úr starvi?

Vit eiga heldur at siga, hvat hava vit brúk fyri? Hvat skulu vit seta fólk at gera, og hvat ynskja fólk sjálvi. Lat okkum geva teimum, ið ansa og hjúkla um tey gomlu, góðar umstøður. Gevi lærarunum frið og nógvar tímar, til at taka sær væl av næmingunum. Seti nógvar pedagogar í vøggustovur og barnagarðar, so tey hava tíð, til at taka sær av og tosa við hvørt barnið. Set nevndir í smábygdunum, sum skulu gera uppskot um, hvørja framtíð tey hugsa sær fyri bygdina. Lat okkum útbyggja fróðskaparsetri, við fleiri lærugreinum. Skapa eitt spennandi granskingarumhvørvið.

Skuldu vit ikki veri frammalaga, við gransking í grønari orku? Orkan flygur um oyruni á okkum, fara vit út um dyrnar og alda og streymur tróta ikki. Lat okkum stuðla films- og øllum øðrum listagreinum. Firðir, dalar og fjøll eru til reiðar, sum partur av leiktjøldunum.

Alt hetta ber til, um vit fáa broytt skipanina við rentu og rentu av rentu, ella kanska við komplimenterari ella alternativari peningaskipan.

Alis Jacobsen, lærari, Haldórsvík

Kelda:

http://landaskil.blogspot.com/