Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

BOÐANESHEIMIÐ DAGTILBOÐ TIL HEIMABÚGVANDI PENSJÓNISTAR

Heilsu- og umsorganartænastan í Tórshavnar kommunu víðkar nú um virksemið við nýggjum dagtilboði til heimabúgvandi pensjónistar.

Dagtilboðið verður skipað á Virkis- og venjingarstovuni á Boðanesheiminum, har Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Bjørghild Djurhuus, forkvinna í trivnaarnevndini, í dag vitjaðu saman við øðrum úr fyrisitingini.

Heilsustimbran og fyribyrging
Í samsvari við eldrapolitikkin, sum Tórshavnar býráð hevur samtykt, verður við tilboðnum dentur lagdur á heilsustimbran og fyribyrging.

Endamálið er, at tann aldrandi borgarin rørir seg, fær heilsugóðan kost, er virkin og hevur møguleika at gera ítriv, handarbeiði og handverk.

Knýtt at Virkis- og venjingarstovuni eru ergo- og fysioterapeutar, heilsurøktrari og heilsuhjálparar.

Ætlandi kunnu 15-20 fólk taka lut í smærri bólkum soleiðis, at tey møta 1-2 dagar um vikuna.

Virkin og vakin
Gerandisdagurin á Virkis- og venjingarstovuni byrjar við morgunmati. Venjingar og aktivitetir annars verða løgd eftir tørvi hjá tí einstaka.

Aktivitetir so sum bindiklubbur, undirhús, dansur og bingo eru løgd í fasta vikuætlan. Annan hvønn fríggjadag er harumframt guðstænasta kl. 11.00-12.00 í samkomuhøllini Tórslon.

Døgurði og seinnapartsdrekka eru eisini partur av tilboðnum.

Flutningur og gjald
Heilsu- og umsorganartænastan hevur samstarv við hýruvognsfelag um koyring til og frá. Tey, ið hava tørv á serflutningi (til koyristól), kunnu søkja um at nýta serflutningstænastuna hjá Tórshavnar kommunu.

Dagtilboðið kostar kr. 95 um dagin, tá er íroknað matur og flutningur.

Umsókn
Tey, ið ynskja at taka lut í hesum nýggja heilsustimbrandi dagtilboði, skulu lata umsókn inn til Heilsu- og umsorganartænastuna.

Umsókn til dagtilboð og flutning fáast við at venda sær til Heilsu- og umsorganartænastuna, tel 30 20 00, har tað eisini ber til at frætta meira um tilboðið.