Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Boðanesheimið verður sanniliga grønt!

Kringvarpið borðreiddi allan sunnudagin mestsum bert við orku- og umhvørvistíðindum líka frá ST-klimafundi í Suðurafrika, grønu útbýggingarætlanunum hjá SEV, og síðst men ikki minst, at Tórshavnar kommuna gongur beint í móti hesum ráki, tí at kommunan fer at hita Boðanesheimið við dýrari og dálkandi olju heldur enn við sjóvarhita sum upprunaliga ætlað.

Hetta kundi verið ein góð fjølmiðlasøga, var hon sonn. Tíðindamaðurin henda dagin valdi tó at snara og fjala fakta málinum, so at tað passaði honum best. Tíðindamaðurin hevði tíð til at fáa í lag samrøðu við Jarðfeingi og hevði havt samband við Articon, ið byggir Boðanesheimið, men gjørdi sær als ongan ómak at fáa viðmerking frá kommununi, sum tíðindamaðurin setti í ringt ljós.

Tað verður ikki mett góður fjølmiðlasiður at lýsa mál bert frá tí einu síðuni, men tað var tað, hann gjørdi. Áðrenn tíðindini vóru liðug sunnukvøldið, heitti eg á tíðindaredaktiónina um at kontaka býráðið um málið. Nú seint seinnapartin mánadag hevur Kringvarpið ikki hirt eitt aftursvar.

Hetta er átaluverdur journalistikkur.

Boðanesheimið verður grønt

Lat tað verða sligið rimmar fast, at Boðanesheimið verður hitað við sjóvarhita. Tað er komið óvart á kommununa, at meiríløgan í sjóvarhitaskipanina gjørdist so nógv størri enn upprunaliga mett, men hetta merkir á ongan hátt, at sjóvarhitaskipanin er slept.

Um tíðindamaðurin las alla samtyktina hjá meirilutanum í sosialu nevnd og fíggjarnevndini, so sær hann nevniliga, at Boðanesheimið skal gerast klárt til sjóvarhita.

Og tað verður tað, sjálvt um heimið ta fyrstu tíðina fer at verða hitað við olju.

Tørvurin á røktarheiminum ovurstórur

Kommunan hevur eisini onnur stór atlit at taka enn bert grønu orkuna. Eitt annað sera týdningarmikið atlit er tann ovurstóri tørvurin á røktarheimsplássum í Havn.

Kommunan hevur tí lagt alstóran dent á, at tíðarætlanin fyri byggingina skal halda. At heimið letur upp ikki ein dag seinni enn 1. oktober 2012, tí nú er bíðað nóg leingi. Kommunan ynskir skjótast tilber, at tey 64 búplássini verða tikin í nýtslu, so at tey mongu røktarkrevjandi og teirra avvarðandi í kommununi fáa neyðugu hjálpina.

Hetta gevur eisini okkum tíð til at fyrireika sjóvarhitaskipanina til fulnar. Skjótt er skitið verk, verður sagt, og tað ynskja vit ikki skal henda við slóðbrótandi sjóvarhitaætlanini á Boðanesi. Tvørturímóti.

Heðin Mortensen

Borgarstjóri