Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Boðskapur við høgdum hæli og kliptari tá

Ein morgun herfyri hoyrdi eg morgunlestur, sum eg plagi at gera. Lesturin hevði m.a. líknilsi um hin skuldarbundna tænaran til umrøðu, men vit fingu bert hálva søguna - og harvið hálvan sannleikan. Vit fingu einans fyrru helvt, har hin skuldarbundi biðjur harra sín um náði, og - tá harrin tekur hjartaliga synd í honum - sleppur hin skuldarbundni undan at verða seldur saman við konu og børnum og annars at sita í fongsli til øll skuldin var goldin. So far, so good.

Men av tí, at vit ofta - alt ov ofta - hoyra sokallaði kristin siga: frelstur við trúgv, gerningar hava onki at siga, so hevði mær dáma betur, um annar partur varð tikin við, har fortalt verður um hin skuldarfría tænaran, ið leyslatin fer út í nýggja lívið til eina nýggja byrðjan. Her møtir hann einum, ið skyldar honum bert ein everska lítlan brotpart av tí, ið hann sjálvur hevði skylda harra sínum og fingið eftirgivið. Men hvat ger hann við henda næsta sín. Fyrigevur, so sum honum er fyrigivið? Nei, eingin náði, ella eftirgeving ella fyrigeving. Skuldarin skuldi búrast inni til hvørt oyra var goldið. So nú er spennandi at hoyra, um søgan er liðug, og alt er, sum tað eigur vera. Ella hava gerningar álíkavæl nakað at siga í kristna boðskapinum? Ja, lat okkum hoyra, hvat víðari hendi: Tá Harrin hoyrdi, hvat hin áður skuldarbundni tænarin hevði gjørt móti næsta sínum, sendi hann boð eftir honum og segði við hann: "Tín óndi tænari! Alla tína skuld gav eg tær eftir, tí at tú baðst meg. Sømdi tað nú ikki eisini tær at vera miskunsamur?"

Og hann var givin upp í bøðilshendur, inntil hann kundi fáa rindað aftur alt tað, ið hann skyldaði. Við øðrum orðum í allar ævir. Sig so, at gerningar einki hava at siga, ella sum eisini verður sagt: einaferð frelstur altíð frelstur. Tað sigur Jesus so ikki. Kanska stavar hin boygdi og tilpassaði "kristinboðskapurin" frá teim mongu Mammondyrkarunum, ið útattil spæla kristnir.

Hægsta boð snýr seg ikki bert um at elska Guð, men eisini um at elska næstan sum sjálvan seg. Her síggja og hoyra vit ofta, at boðið verður saga í helvt: høgdur hælur og klipt tá, so skógvurin passar upp á falska beini. Tað sær ikki mætari út, enn mann heldur Guð vera vorðnan senilan vegna høgan aldur, og at mann tí kann lumpa hann við nýtulkingum, ið eru tilpassaðir til, hvat hin einstaki heldur vera gott - serliga sæð út frá egnum fíggjarligum viðurskiftum. At hava Kristus í skjøldrinum, men hin grábeinta til dagligan leiðara og vegleiðara tykist at vera hildin at vera ein sera góð og gevandi loysn fyrst hesumegin og síðani hinumegin. At síggja til ein klokkuklár heilgardering. Men í veruleikanum ein antikristiligur sjónleikur á hægsta støði.

Søren Kirkegaard skrivar eisini um tílíkan sjónleik, ið verður framførdur og um avleiðingarnar. Undir framførsluni kemur eldur í sjónleikarahúsið, og ein av leikarunum trínur fram á pall, meðan spæli gongur, og rópar, at eldur er í. Og áskoararnir klappa. Aðru fer hann rópar, klappa áskoararnir enn meira, so triðju ferð rópar hann enn hægri og sigur, at hetta er álvara, men fólkið klappar bæði longur og harðari, og øll brenna inni. Tankavekjandi. Um trúgv og gerningar skrivar Jákup - bróður Jesus: Tit síggja at menniskjan verður rættvísgjørt av gerningum og ikki av trúgv eina. Tí at eins og likamið er deytt uttan anda, soleiðis er trúgvin deyð uttan gerningar. - Tann, ið ikki skilir frammanfyristandandi, hevur treytaleysan rætt til at fáa skúlapengarnar aftur.

Vit kunnu eisini lesa um tey, ið góvu svongum at eta, tystum at drekka, hýsti ókkunugum, klæddi nakin, vitjaðu sjúk og fólk í fangahúsum. Hesi eru tey, ið hava skilt boðskapin. Teirra gerningar yvir fyri teimum smáu ger, at tey vera boðin inn í teir ævigu bústaðir, meðan hini, ið hava ført eitt egosentrerað liv, uttan tanka fyri øðrum enn sær sjálvum, tey verða send til tann , ið tey hava fylgt og latið seg ráðgivið av gjøgnum lívið. So einkult er tað.

Johan Weihe prestur spurdi okkum á vári 1957, tá vit fyrireikaðu okkum til fermingina, um vit høvdu boð upp á, hvussu tað bar til, at Guð, sum visti og kundi alt, ikki bara tók øll til sín, tá tey doyðu. Og tá ongin av okkum høvdu nakað boð, segði hann. Orsøkin er tann, at Guð ikki vil hava trælir í Himmiríki. Hann tekur einans ímóti teimum, ið við fríum vilja vilja hagar.** Boygdur boðskapur og høgdir hælar og kliptar tær føra so ikki á nakað kristi mál.

01. juli 2012

Dagfinnur Danbjørg.