Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Bogi Bech Jensen rektari í Skúladeplinum í Marknagili

Landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, hevur í dag sett Boga Bech Jensen í starvið sum rektari í Skúladeplinum í Marknagili. 

Bogi Bech Jensen er 37 ára gamal og hevur eina breiða útbúgvingarliga, akademiska og verkliga bakgrund umframt týðandi leiðsluroyndir. 

Hann er útbúgvin maskinmeistari og sivilverkfrøðingur og hevur síðani tikið Ph.D frá Newcastle University í Onglandi, har hann undirvísti í nøkur ár. Hann hevur leiðsluútbúgving frá Harvard Business School í USA, hevur verið sjálvstøðugt vinnurekandi og samstarvað við nógvar altjóða fyritøkur.

Bogi Bech Jensen hevur royndir sum deildar- og granskingarleiðari á DTU í Danmark í 4 ár og starvast í løtuni sum professari og útbúgvingarleiðari á Fróðskaparsetri Føroya.

Bogi Bech Jensen hevur góðar undirvísingarførleikar og hevur skrivað vísindaligar greinar um hættir at undirvísa. Hann varð kosin til ársins undirvísara á DTU av teimum lesandi.

Bogi hevur í sínum størvum uttanlands eisini royndir innan samanleggingartilgongdir, m.a. Risø og DTU og hevur verið við í størri byggiverkætlan innan undirvísingarøkið.

Bogi Bech Jensen byrjar í rektarastarvinum tann 1. august 2015.