Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Petur Højgaard Simonsen og Gerhard Hansen eftir framløguna á prestagarðinum á Nesi

BÓKAFRAMLØGA Á GAMLA PRÓSTAGARÐINUM Á NESI

- eitt minni um Føroya Barnaheim

Poul Jóhan Djurhuus

gjaranes@olivant.fo

Hugnaligu og søguligu stovurnar í gamla Próstagarðinum á Nesi vóru fullsettar, tá Gerhard Hansen, fyrrverandi prestur, hevði framløgu av nýggju bók síni um Barnaheimið hjá Nicolinu Højgaard Simonsen. Har angaði eisini av nýgjørdum kaffi og te.

Gerhard sigur, at tað er ógvuliga hóskandi at knýta prestagarðin á Nesi til bókaútgávuna um barnaheimið hjá Nicolinu. Orsaka av ágangandi týskum bumbuflogførum, valdi Nicolina at flyta við øllum børnunum úr Vestmanna í 1941 í prestagarðin, har hon búði í tvey ár við teimum yngstu børnunum, meðan teir eldru dreingirnir búðu í Rituvík hjá foreldrum hennara og øðrum fólkum.

VINUR AV FAMILJUNI

Gerhard Hansen er gamal vinur av familjuni hjá Nicolinu og manni hennara Jóhan Hans Simonsen. Mamma Gerhard seymaði av og á fyri barnaheimið hjá Nicolinu, serliga vóru tað konfirmatiónskjólar. Av hesi orsøk kom Gerhard at fáa eitt tætt tilknýti til Nicolinu og heim hennara. Gerhard sigur: “Tá eg kom til trúgv á Jesus, kom eg nógv í Missiónshúsið í Vestmanna, og Jóhan Hans, maðurin hjá Nicolinu, tók meg við sær til møtir; tá kom eg at kenna hann enn betur.”

MISTI MÓTI

Gerhard sigur, at hann í mong ár hevur hugsa um at skriva bók um barnaheimið. Hann hevur gjørt stórt arbeiði at savna tilfar og myndir, men so hevði hann hug at geva skarvin yvir, tá hann ikki fekk atgongd til skjølini, sum liggja á Føroya Barnaheimi í dag. Men góðir vinir og skyldfólk hjá Nicolinu royndu at seta mót í Gerhard av nýggjum; og tað eydnaðist.

Gerhard eigur allar dagbøkurnar hjá manni Nicolinu, Joen Hans Simonsen, sum hóast alt eru tær nærmastu keldurnar. Við hesum dagbókum og samrøðum við familju, fyrrverandi búfólk (børn) og starvsfólk, byrjaði Gerhard av nýggjum, og tað tók honum 14 mánaðir at skriva tekstin lidnan. Hann byrjaði at skriva í endanum av 2012.

Gerhard sigur í formælinum: “Bøn mín til Guds er, at henda bók um Barnaheimið fyrst og fremst má vera eitt varandi minni um eina megnarkvinnu, sum setti alt sítt egna til viks, Føroya líðandi børnum til gagns og øllum teimum, sum ongan góðan áttu, ella sum høvdu mist pápan á havinum, og mamman tí ikki megnaði at breyðføða ofta ein stóran barnaskara..........”

Bókin telur 248 lesisíður. Síðani koma 18 síður, ið eru væl skipaðar og hentar kelduávísingar, sum gera tað lætt hjá lesaranum at lesa meir um evni. Næstseinast í bókini er eitt navnayvirlit, sum hjálpir væl, tá ein skal finna runt i bókini. Til seinast er ein listi yvir fólk, sum hava latið myndir til bókina.

Bókin hevur harða kápu, sum er prýdd við eini sera talandi mynd, har Nicolina situr við sjey smáum børnum. Bókin kostar 300,00 krónur og fast í bókabúðunum.

Ein væl egnað føðingardagsgáva, jólagáva ella bara sum ein vinargáva!

FAKTA UM GERHARD HANSEN:

- føddur í Vestmanna í 1944

- prestur í Vesturtýska býnum Rendsburg 1981 – 1987

- prestur í Vestmann 1987 – 1992

- Føroya fyrsti doktari í Gudfrøði í 1985 (lærdi háskúlin í Lund)

- professari í søgu í 1986