Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Bókaframløga á Trøllanesi

Mánadagin 16. mars kl. 11 hevur forlagið Stiðin bókaframløga í skúlanum á Trøllanesi.

Bókin, sum verður løgd fram, er “Fyrsti salutturin fyri fríu Føroyum”, sum Zakarias Wang hevur skrivað. 

 rsøkin til, at bókin verður løgd fram á Trøllanesi, er tann, at av øllum núverandi bygdum hevði henda bygdin á fólkaatkvøðuni 1946 størstu undirtøkuna fyri loysing.

Á framløguni fara Tvey á Kamarinum at syngja.

Kl 19.30 verður framløga eisini í skúlanum í Skálafirði, tí einasta valstaði í Føroyum, har stjórnaruppskotið fekk allar atkvøðurnar.

Salutturin, sum talan er um, er tann flaggsaluttur, sum bretski minusveiparin Simpson veitti Føroyum við at strika Dannebrók og heysa Merkið í húnar hátt tann 19. september 1946. Harvið viðurkendi Stórabretland sítt nýggja sjálvstøðuga grannaland, eins og Danmørk hevðí gjørt tað frammanundan. Hetta var ein avleiðing av fólkaatkvøðuni 14. september.

Høvuðsspurningurin er um vit høvdu og hava rætt til sjálvi at avgera hvat ið her skal henda. Tí viðger bókin nágreinliga allar tær broytingar, sum farnar eru fram í rættarstøðu okkara í undanfarnu tíðum, og prógvað verður, at vit ongantíð hava givið stjórn Danmarkar loyvi til at ráða yvir okkum. Upploysn stjórnarinnar av løgtingi okkara í 1946 var tí heimildarleys.

Tann spurningur, sum nú stendur fyri framman, er hvat ið vit kunnu gera fyri at fáa stjórn Danmarkar at gevast við síni uppílegging í okkara viðurskifti.

Hetta er ein spurningur sum verður avgjørdur í dagsins politikki. Hesi bók fyri at takka er støðið ruddað, so tað ber til hjá okkum at taka rættar avgerðir. 

Forlagið Stiðin