Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Bókakafé í Tabor

Fríggjakvøldið kl. 20.00 verður bókakafé í Missiónshúsinum.

Fríggjakvøldið kl. 20.00 verður bókakafé í Missiónshúsinum. Vit hava eina andakt og hoyra um onkra góða bók.

Ein nýggj bók við søgum til sunnudagsskúlabrúk kemur út í hesum døgum á forlagnum hjá KFUM. Hetta eru søgur, sum Jonna Poulsen hevur skrivað. Jonna kemur at greiða frá tilgongdini av hesi bók, og so kemur hon, á sín meistarliga hátt, at siga okkum onkra søgu.

Í bókini er eisini ein fløga løgd í, har Jonna hevur lisið søgurnar inn, soleiðis at høvi ístaðin fyri at lesa eisini ber til at lurta eftir søgunum.

Bókin fæst til keyps fyri kr 180,00, og høvið verður eisini til at fáa hana signeraða.

Umframt hetta verður eisini eitt stórt bókaborð, har høvið verður at hyggja og ognar sær góðan lestna.

Borðreitt verður við einum drekkamunni.

Børn eru vælkomin við saman við foreldrum.