Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Bókakafé við Søren Ulrik Thomsen

Søren Ulrik Thomsen, f. 1956, er ein av best umtóktu donsku yrkjarum og høvundum. Hann hevur skrivað yrkingar og essays, síðan hann debuteraði í 1981 við yrkingasavninum City Slang. Síðani eru komin seks onnur yrkingasøvn. Seinasta yrkingasavnið Rystet spejl gjørdist metsølubók í Danmark í 2011.

Søren Ulrik Thomsen er limur í Det danske Akademi og fær Statens Kunstfonds livsvarige ydelse. Í ár er bókin Samlede Thomsen komin út, og eisini eru komnar út tvær skreytútgávur, sum Steinprent gevur út saman við listamanninum Claus Carstensen, har Søren Ulrik Thomsen hevur skrivað essays.

Týskvøldið 27. mai kl 19.30 fer Søren Ulrik at lesa upp og tosa við Kim Simonsen um skaldskap sín