Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Bókin Føroysk skipasøga framløgd í Eik Banka

Leygardagin 25. februar 2012 var Eik Banki í Klaksvík karmur um framløgu av bókini ”Føroysk skipasøga” - um modellskipini hjá Hans Jákup Fuglø - sum Jógvan við Keldu og Jákup Sólstein hava tikið stig til.

Tað var á Sjómannadegnum í 2009, at teir báðir, Jógvan við Keldu og Jákup Sólstein, skipaðu fyri eini framsýning av modellskipunum hjá Hans Jákup Fuglø. Framsýningin varð fyriskipað í deildini hjá Eik Banka í Klaksvík, ið samstundis var høvuðssponsor fyri Sjómannadegnum saman við Klaksvíkar Býráð hetta árið.

Framsýningin varð somikið væleydnað, at avgjørt varð at geva út í bók við myndum av øllum skipamodellunum við stuttari frágreiðing um skipini og við stuttum samandrátti á enskum aftast í bókini.

Framløgan av bókini ”Føroysk skipasøga” var í Eik Banka, har Óli Olsen, rithøvundur og fyrrverandi sjómansskúlalærari, hugleiddi um bókina og ikki minst um Hans Jákup Fuglø, sum ikki bert er skipssmiður, men eisini listamaður. Hann fór til skips sum ungur og hevði gávur at tekna og mála, sum hann ætlaði sær at gera meira við. Men hesum varð hann staðiliga fráráddur av sjófelagum sínum – tí so verður tú steinbýttur!

Óli greiddi frá, hvussu nágreiniliga Hans Jacob fer til verka, áðrenn hann ger eitt modellskip. Ikki fyrr enn hann hevur sett seg væl inn øll viðurskifti - hvør hevur smíðað, hvør átti, hvar báturin hevði fiskað, manningarlistar og søgur annars um skipið ella sluppina - ikki fyrr enn tá fer Hans Jákup til verka.

Tónleikur var eisini á skránni og var sjálvandi høvið at blaða í bókini, umframt at tekna seg fyri henni.

Ein áhugaverd løta, har nógvar søgur vórðu sagdar í teimum ymisku krókunum av teimum mongu monnunum, sum høvdu leitað sært til hesa spennandi bókaframløguna av prýðiligu bókini ”Føroysk skipasøga”, sum Jógvan við Keldu og Jákup Sólstein hava tikið stig til.

Kelda: www.klaksvik.fo

----

Nú riggar at keypa Oyggjatíðindi á netinum

Har eru tær spennandi greinarnar, sum ikki verða lagdar út á heimasíðuna.

Í longri tíð hevur søluskipan okkara ikki riggað. Hetta hevur so ført til, at Knassar hevur arbeitt við at loyst trupulleikan. Nú hava viðskiftafólk endiliga roynt aftur, og siga frá, at skipanin nú riggar við VISA-kortinum. Sostatt ber til hjá øllum keypa við gjaldskorti uttan trupulleikar.

Trýst á ADD TO CART, síðani til check out vith PayPal, og betal við korti, sum PayPal gestur uttan nakað hóvasták.

http://oyggjatidindi.com/arkiv.html