Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Á myndini eru Jansy Gaardlykke, dagligur leiðari og sjúkrarøktarfrøðingur og Sólrun Jacobsen sjúkrarøktarfrøðingur

Bólkur fyri makar hjá krabbameinssjúklingum byrjar aftur í januar 2016

12. Januar 2016, kl. 13.00, byrjar nýggjur bólkur fyri makar hjá krabbameinssjúklingum.

Tá krabbamein rakar, broytist gerandisdagurin, og tey avvarðandi skulu taka støðu til nógv nýggj viðurskifti, bæði praktisk og kensluliga. Mitt í sorgini og stúranini skal makin hjá tí sjúka bæði hjálpa, ugga og fáa gerandisdagin at virka sum best fyri allar partar.

Tað hevur stóran týdning at fáa stuðul í einari slíkari støðu. 

Krabbameinsfelagið skipar tí aftur í ár fyri einum bólki har makar hjá krabbameinssjúklingum kunnu møtast. At hitta fólk í somu støðu í einum umhvørvi, har tað er í lagið at seta orð á sínar hugsanir og fáa stuðul at loysa ymsar trupulleikar í trúnaði, er við til at geva orku og styrkja tann avvarðandi til at megna sínar uppgávur. Tað verða sjúkrarøktarfrøðingar á Krabbameinsfelagnum, sum skipa fyri løtuni.

Bólkurin byrjar 12. Januar 2016,  kl. 13.00, í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum, Grønlandsvegur 58, í Tórshavn. Ætlanin er at bólkurin er samlaður 1 ferð um mánaðin 6 ferð í alt.

Tey, ið eru áhugað at vera við ella ynskja at vita meira, kunnu venda sær til Krabbameinsfelagið á telefon 317959, ella umvegis teldupost: kmf@krabbamein.fo