Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Borgaraløn

Nýtt Sjálvstýri hevur sett sær fyri at arbeiðsinntøkur ikki skulu mótroknast í pensiónini. Hetta vil siga, at tey, sum fáa pensión, ekkaleys kunnu forvinna sær inntøku við at halda fram við arbeiði sínum og framvegis fáa fulla pensión. 

Henda skipan er ikki heilt ólík tí, sum ætlanin er at leggja fyri fólkaatkvøðu í Sveis næsta ár. Har er talan um eitt uppskot um borgaraløn. Allir borgarar skulu fáa útgoldið eina fasta skattafría upphædd hvønn mána uttan mun til um teir arbeiða ella ikki. Velja teir so at arbeiða, gjalda teir vanligan skatt av arheiðsinntøkuni. 

Einki land hevur slíka skipan, og eingin veit um borgararnir í Sveis fara at samtykkja tað, men uppskot um borgaraløn hava verið mikið kjakevni millum búskaparfrøðingar í mong ár, og nógvir av teimum mætastu hava hildið hetta vera eitt gott uppskot. Við at geva borgaraløn sleppa vit frá at søkja um fólkapensión, avlamispensión, lestrarstuðul, arbeiðsloysisstuðul og allar møguligar almennar veitingar. Peningurin verður útgoldin gjøgnum TAKS eins og ov nógur goldin skattur verður tað. 

Hvussu stór upphæddin skal vera og nær ið hon skal taka við er ein politisk avgerð og valdast tí hvussu valdsjavnvágin er í samfelagnum. Men eitt er vist: við borgaraløn flyta vit meir til tey á teimum niðaru rókunum enn vit gera við núverandi skipan.

Zakarias Wang

Nýtt Sjálvstýri