Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Borgarar í Eiðis kommunu stóran fyrimun

Alt bendir á at Eiðis kommuna nú  velur at lækka skattaprosentið munandi, nevniliga 2%. Skattaprosentið fer frá 20,75% heilt niður í 18,75%. 

Hetta merkir at Eiðis kommuna nú veruliga gevur sínum borgarum ein fyrimun í mun til onnur í miðøkinum. Eingin onnur kommuna í miðøkinum hevur nærtil so lágt skattaprosent.

Barnafrádrátturin verður eftir uppskotinum tann sami, kr 7.500,00

Hetta uppskotið er treytað av at ongar stórar fíggjarligar byrðar verða lagdar á kommununa frá landsins síðu.  

Um fíggjarætlanaruppskotið sum fyriliggur verður samtykt, kemur hetta at merkjast hjá okkara borgarum. Í krónum og oyrum merkir hetta at, ein familja(2 vaksin + 3børn), har foreldrini hava eina inntøku á kr 300.000,00 hvør, kemur at hava kr 12.000,00 meiri eftir um árið. Gerandisdagurin hjá okkara borgarum kemur at verða munandi lættari og møguliga kemur hetta at skapa ein ávísan fólkavøkstur eisini.

Um vit taka dømir har ein familja (2 vaksin + 3 børn) við eini samlaðari inntøku á 600.000,00 flytir til Eiðis kommunu úr øðrum kommunum í miðøkinum, gevur tað niðanfyri standandi úrslit.  

Flyta úr:        Meiri eftir:

Tórshavnar kommunu kr 7.500,00

Nes kommunu kr 18.000,00

Eystur kommunu         kr 21.000,00

Fuglafjarðar kommunu kr 22.500,00

Kvívíkar kommunu kr 24.000,00

Sunda kommunu         kr 24.000,00

Sørvágs kommunu kr 26.700,00

Runavíkar kommunu kr 27.000,00

Klaksvíkar kommunu kr 28.500,00

Sjóvar kommunu          kr 28.500,00

Vestmanna kommunu  kr 30.000,00

Vága kommunu  kr 33.000,00

Ætlaða broytingin verður framd tí útlitini hjá kommununi eru framúr góð, stóru inntøkurnar í 2015 og metingin fyri 2016 loyva hesi broyting. 

Við broytingini fáa allar familjurnar ein lætta, hetta hevur absolut týdning fyri kommununa. 

Í fíggjarætlanini fyri 2016 er eisini fleiri spennandi og stórar íløgur. 

Ítróttar-/bygda-/frítíðarskúla- hús skal byggjast við vøllin í Hólmanum, arbeiðið skal eftir ætlan verða liðugt komandi ár. Húsið kemur at rúma frítíðarskúla, bygdahús(Samkomuhølið til áleið 300 fólk, við tilhoyrandi ídnaðarkøki), ungdómsrúm, fitnesshøli ið allir borgarar skulu hava atgongd til. Húsið kemur sjálvsagt eisini at lúka øll krøv til ein nútímans fótbóltsvøll. 

Mentannarmiðdepilin við skúlan skal eisini gerast liðugur, talan er um venjingarhølir til tónleikarar, fyrilestra/bio høli við sessarókum ið kunnu takast burtur og mangt mangt annað. 

Fleiri aðrar íløgur eru eisini í fíggjarætlanini sum skal til 1. viðgerð týsdagin.  

Eiðis kommuna