Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Borgarstjórin á virkisvitjan

Fyrrapartin Í dag vitjaði borgarstjórin seks ymisk virki í økinum úti við Velbastaðvegin, Gummibátatænastuna, Farpay, Grafikmaster, Demich, Formula og P/F Polyplast.

Fyrsta vitjanin í morgun var hjá Gummibátatænastuni. Fyritøkan selur mest til føroysk skip og bátar. Gummibátatænastan hevur eftirlit við bjargingarbátum, selir bjargingarútgerð og sløkkiliðsútgerð. Millum góðu kundarnar er Norrøna, men fleiri útlendskir kundar eru eisini í skaranum. Tað, at útlendsk feløg koma henda vegin, smittar eisini av upp á Gummibátatænastuna. Í heyst sýndi fyritøkan eitt nú bjargingarbátarnar hjá risastóra boripallinum West Hercules, sum lá inni á Skálafjørðinum í knappar tveir mánaðir. Og so sýna tey eisini javnan bjargingarbátar fyri fleiri russisk skip. Týskir kundar hava eisini havt bátar til eftirlit. Seks fólk starvast í fyritøkuni, ið flutti út í Mykinesgøtu fyri góðum ári síðani. Á myndini síggjast tvíburarnir úr Hvalba, Dánjal Jóhan Thomsen og Jens Sofus Thomsen, saman við Heðini Mortensen.

FarPay er lutfalsliga nýggj fyritøka, ið legði til brots í apríl 2014. Fýra mans manna FarPay. Fyritøkan fæst við KT burturav. FarPay mennir og bjóðar eina tænastu, har til ber at senda og taka ímóti rokningum talgilt. Talan er um íverksetarar við stórum ætlanum. Marknaðurin er ikki bara føroyskur, tí endamálið er at røkka langt út um landoddarnar. Í fyrstu atløgu verður farið í Norðurlond. Hesin marknaður verður lopfjølin longur út í heim. Í komandi viku fara íverksetararnir uttanlands at tosa við møguligar samstarvsfelagar. Møguleikarnir eru nógvir, sigur stjórin Andrew Jensen, sum á myndini sæst saman við borgarstjóranum. 

Grafikmaster er einstaklingafyritøka, ið veitir tænastur innan sniðgeving, lýsingarlutir, netsíður og faldarar. Nógv er at gera í løtuni, og tá er skjótt hjá Kára við Rættará at heita á onnur í vinnuni um at hjálpa til. Uppgávurnar eru nógvar og spennandi. Eitt nú hevur Kári við Rættará sniðgivið vatndunkin FaroeWater, sum millum annað fótbóltslandsliðið nýtir bæði á Tórsvølli, og tá teir umboða Føroyar úti í heimi. Á myndini sæst Kári við Rættará saman við Heðini Mortensen. 

Jarðhiti er vorðin rættiliga væl umtóktur í Føroyum. Nógv tann størsti veitarin av jarðhita í Føroyum er Demich. Fyritøkan gjørdi fyrstu kanningarnar í 2008. Endamálið var tá - og er tað framvegis - at beina burtur oljuketlar. Tað vísti seg at rigga serstakliga væl við føroyska berghitanum. Síðani byrjan hava tey borað 150 hol ymsastaðni kring oyggjarnar. Flestu holini verða borað í Tórshavnar kommunu. Stjóri í fyritøkuni er Torbjørn Hansen. Hann væntar, at jarðhitin fer at vinda uppá seg. Fyritøkan borði 50 hol í 2014. Og tað gongur í heila tikið væl hjá fyritøkuni, sum heldur til í Stiðjagøtu við Velbastaðvegin. Demich hevur sett fólk í seinastuni. Soleiðis er komin nýggjur handilsleiðari og verkstaðsleiðari. Størsta inntøkan hjá Demich er entreprisa og so hava tey eisini handil. Demich hevur bara deild í Havn, og har starvast 40 fólk. Millum stóru uppgávurnar í seinastuni eru Pelagos í Fuglafirði og Marknagilsdepilin. Demich byrjaði í 1960, og fyritøkan hátíðarheldur 55 ára føðingardag sín seinni í januar. Á myndini sæst stjórin, Torbjørn Hansen, saman við beiggjanum Bjarne Hansen og borgarstjóranum.

Formula hevur nógv ár á baki. Fyritøkan varð stovnað í 1986 og hevur síðani veitt ymiskar KT-tænastur til føroyskar og útlendskar kundar. Ikki færri enn 80 fólk starvast hjá Formula á trimum skrivstovum, harav sita 72 fólk við Velbastaðvegin. Yvirskotið hjá Formula var 7 milliónir krónur í 2014. Árið fyri var yvirskotið tað sama. Fyritøkan flutti út á Velbastaðvegin í 1991, og har hevur fyritøkan trivist, sigur Fróði Magnussen, stjóri. Á myndini sæst hann saman við Heðini Mortensen.

Verulig gongd kom aftur á virksemið hjá P/F Polyplast í 2014. Fyritøkan framleiðir plastrør til føroyska marknaðin. Tað hevur hon gjørt í Slættanesgøtu síðani 2002. Stjóri í fyritøkuni er Egin Herup Høgnesen. Fyritøkan hevur millum annað framleitt rør og aðrar lutir til Marknagilsdepilin. Á myndini sæst stjórin saman við Heðini Mortensen.