Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Borgarstjórin hevði fýra vígslur leygardagin

Borgarstjórin í Havn hevur úr at gera fyri tíðina at gifta bæði útlendingar og føroyingar. Vígslustøðini kunnu vera í samkomuhúsum, í urtagørðum, í býráðssalinum ella í hansara egna fundarhøli á Ráðhúsinum, har tey flestu verða vígd.
 
Tað kunnu vera føroyingar, sum búgva uttanlands, sum ynskja at koma heim at gifta seg. Eisini eru fleiri útlendsk pør, sum eru vígd á Ráðhúsinum í Havn. Slíkir fyrispurningar koma alla tíðina.
 
Umframt nevndu støðini hevur borgarstjórin vígt fólk líka frá Adventistakirkjuni og Ebenezer til Argjahaga og heilt upp á Slættaratind. Men sum sagt eru flestu vígslurnar á Ráðhúsinum – serliga hesa tíðina av árinum.
 
Trýstið á borgarstjóran at gifta fólk er vanliga størst um páskirnar, undan ólavsøku og á jólum. Tað vindur eisini uppá seg við útlendskum pørum, sum ynskja at verða vígd av borgarstjóranum í høvuðsstaðnum.
 
Vígslur eru bílagdar langt fram í tíðina. Men hesa tíðina plagar at vera friðarligt. Men so er ikki í morgin, tá fýra pør skulu giftast á ávíkavist Ráðhúsinum og í býráðssalinum. Og tað er nýtt met fyri ein dag.