Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

BORGARSTJÓRIN HITTI EYSTURRÍKSKA FÓTBÓLTSOVASTAN

Undan dystum hjá føroyska A-landsliðnum á heimavølli plagar vanliga at vera skipað fyri almennum døgurða fyri umboðum frá føroyska fótbóltssambandinum og vitjandi fótbóltssambandinum, og so plaga umboð fyri Tórshavnar Kommunu eisini at vera við.

Soleiðis var eisini í dag, har Heðin Mortensen, borgarstjóri, hitti forsetan í eysturríkska fótbóltssambandinum, Leo Windtner, í sambandi við almenna døgurðan.

Á myndini síggjast: Heðin Mortensen, borgarstjóri - Leo Windtner, forseti í Eysturríka Fótbóltsambandinum og Christian Andreasen, forseti í FSF.