Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Borgarstjórin í jubileum fyri norsku grundlógini

Í sambandi við grundlógarhaldið í Noregi 14. til 17. mai bjóðar Stórtingið og Oslo Ráðhús til stóra móttøku, har kongur og drottning eisini taka ímóti øllum borgarstjórum í Noregi á kongaslottinum. Borgarstjórin í Tórshavn, Heðin Mortensen, er eisini boðin til hesa móttøku.

200 ára haldið hjá norsku grundlógini verður hildið undan tjóðardegnum 17. mai. Sjálvt jubileumshaldið byrjar 14. mai við móttøku í Stórtinginum, á Ráðhúsinum í Oslo og døgverða á Ráðhúsinum tann 14. og á Det Norske Teatret tann 15. mai.

Haraldur kongur og Sonja drottning bjóða eisini øllum borgarstjórunum til døgverða á kongaliga slottinum í Oslo. Stór veitsla verður á Eidsvoll tann 15. mai, og henda dagin fara allir borgarstjórarnir at ganga eftir Karl Johan niðan á slottið til stórfingna móttøku.