Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

BORGARSTJÓRIN SETTI EVROPEISKA RÁÐSTEVNU UM RØKT TIL SÁLARSJÚK

Hósmorgunin varð ráðstevnan “Safe Settings” sett í Norðurlandahúsinum. Hetta er ein evropeisk ráðstevna fyri psykiatriskar sjúkrarøktarfrøðingar. Endamálið við ráðstevnuni er at varpa ljós á tørvin og týdningin av dygdargóðari hjálp til persónar við sálarligari sjúku og teirra avvarðandi

Annika Olsen, borgarstjóri, setti ráðstevnuna, sum byrjaði hosdagin og heldur fram til í dag. 

Nógvir útlendskir fyrilestrarhaldarar eru komnir til Føroya, umframt at granskingargrundað føroysk vitan eisini verður løgd fram á ráðstevnuni, sum skal menna og ávirka lívsgóðskuna hjá fólki við sálarligari sjúku. Nógvar likamligar líðingar og samfelagsligar útreiðslur eru tengdar at sálarligari sjúku. Tær, sum skipa fyri ráðstevnuni, eru Eydna Iversen Lindenskov, Anna Simonsen, Birgit Andersen, Kristianna Lund Dam og Jana Mortensen.

Trýst á linkin, har finst enska setanarrøðan, sum Annika Olsen helt hósmorgunin: https://www.torshavn.fo/Default.aspx?pageid=37&NewsItemID=8296