Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

BORGARSTJÓRIN SETTI FØROYAMEISTARAKAPPINGINA Í TALVI

Árliga føroyameistarakappingin í talvi fyri einstaklingar byrjaði seinnapartin í gjár. Aftur í ár savnaði hon okkara bestu telvarar. 

Heðin Mortensen, borgarstjóri, setti kappingina seinnapartin. Í ár verður telvað í skúlanum við Løgmannabreyt. 

Niðanfyri er røðan, sum borgarstjórin flutti fram:

Talv hevur sína longu søgu í heimshøpi og sín stóra mentanarliga og siðsøguliga týdning langt aftur í tíðina, og so eisini her á landi.

Rættilig gongd kom á telvingina her á landi fyrst í tjúgunum, tá eisini Havnar Telvingarfelag sum tað fyrsta telvingarfelagið í landinum var sett á stovn.

Tann allarfyrsta almenna talvkappingin í Føroyum var í 1924, árið eftir at felagið var stovnað, og longu í 1928 varð telvað um fyrsta ferðasteypið, og soleiðis helt tað fram.

Fyri at kveikja áhugan fyri telving, skipaði felagið fyri ymsum átøkum, og eitt teirra var at hava talv við livandi talvfólki og í tredivunum var hetta fastur ólavsøkutáttur.

* * * 

Havnar Telvingarfelag, sum er vertur fyri føroyameistarakappingini í ár, hevur uttan iva havt sín stóra týdning fyri ta menning, føroyskum talvi hevur verið fyri. 

Felagið hevur hildið á øll árini, og so líðandi komu onnur feløg aftrat, tey fyrstu í Klaksvík og Leirvík, og síðani eisini aðrastaðni kring tað nógva av landinum. 

Føroyameistarakappingar vóru longu síðst í tretivunum, men so kom ein steðgur í miðskeiðis í hálvtrýssunum, til tær aftur komu í gongd og hava verið síðani 1972.

***

Nú verður kappast bæði í landsliðsbólki, almennum bólki, unglingabólki og veteranbólki, so nógvur heiður og nógv æra stendur upp á spæl, ikki minst í landsliðsbólkinum, har møguleikin at taka lut í talvolympiaduni er eyka gularót. 

Í talvolympiaduni hevur føroysk telving støðugt klatrað upp á úrslitalistanum, og tað er bert spurningur um tí, so hava vit fyrsta stórmeistaran.

Uttan iva fer gamla orðatakið um, at »tað er mangur leikur í longum talvi« at standa sína roynd hesa næstu vikuna, tí í talvi kann skundverk so skjótt verða vána verk.

Umráðandi er at hava tak á støðuni og sær sjálvum, so einki verður gjørt í óðum verkum, men alt má vera so mikið væl umhugsað, at tað kann bera vinning við sær.

Talvfólkið skal flytast skilagott og í øllum førum so mikið gott, at mótstøðumaðurin veit av ongum, fyrr enn ov seint er, so tí er alneyðugt at hugsa nógvar leikir fram.

Klokkan arbeiðir eisini ímóti, so í hvørjum einasta talvi hevur telvarin í veruleikanum ongantíð minni enn tveir mótstøðumenn at takast við í senn.

Jú, gaman í er talv friðarlig ítrótt, men intensiteturin er eins høgur sum í nevaleiki. 

Tá ið avtornar, stendur onkur eftir sum vinnari, men var tað ikki fyri øllum teimum, sum á leiðini bjóðaðu av og góvu alt fyri tann góða dystin, og sum eisini taka á seg at fyriskipa, ja, so var eingin kapping. 

Vegna Tórshavnar kommunu vil eg bjóða tykkum øllum vælkomin til Havnar, og við hesum orðum lýsi eg føroyameistarakappingina í talvi fyri einstaklingar 2015 at vera setta.