Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Borgarstjórin strammaði reglurnar fyri leigutraðir

Við avgerðini um nýggjar leigusáttmálar fyri traðir í Havnardali fleirfaldaði borgarstjórin leiguprísin, strammaði allar reglur upp, samstundis sum hann við broytingini í ættarliðsskiftinum tók møguleikan frá sínum egnu abbabørnum at arva hansara trøð. Sostatt tryggjaði hann als ikki familjuni eina trøð í Havnardali - tvørturímóti slepti hann familjuni trøðna av hondum.

Veit ikki, hvussu mong veruliga skilja kjakið um traðirnar. Í stuttum er søgan hon, at í 1777 fáa vit eina veruliga fæloysingastætt í Føroyum, tá ein lóg verður sett í gildi, sum bindir tey ognarleysu at gørðunum kring landið. Tá vóru tey fátæku farin at flyta til Havnar at leita eftir lønararbeiði sum bønarmenn, tænastufólk, útróðrarmenn og hosubindarar, so tá fingu vit eina veruliga fæloysingastætt.

Men við kongaligari fyriskipan í 1831 fáa havnarfólk høvið at leggja traðir inn og velta. Leigu- og brúksrættur til traðir í Havn varð formfestur. Traðalógin frá 1863 gav hartil havnarfólki høvi at keypa traðirnar. Longu tá gjørdist talan um ein sjálvbjargnisbúskap við smáum jarðarbrúkum, sum haraftrat høvdu útróður og seinni skipsfiskiskap sum grundarlag.

Líka til dagin í dag hava traðirnar havt alstóran týdning fyri hundraðtals familjur í Havn. Av traðunum hava havnarfólk fingið seyð, gæs, dunnur, høsn og egg, epli og røtur. Traðarbrúkið førdi við sær, at fólk gjørdust sjálvstøðugari, og vanligt gjørdist, at tey, ið høvdu eitt sindur av jørð, eisini høvdu kúgv.

Schrøter skrivar t.d. í 1831, at traðirnar í Havn høvdu so stóran týdning, at ”ongin fátækrakassi, ja, neyvan nakar arbeiðsstovnur at hjálpa ørmum í Tórshavn, hevði munað afturímóti teirri avgrøði, sum hesar traðir geva … havnarfólk av almúgustætt hava tí verið og eru eitt fyridømi at fylgja eftir!”

Traðir hava framvegis stóran týdning fyri eitt ótal av familjum í Havn. Veruleikin er tann, at í dag hava fleiri enn hundrað familjur í Havn beinleiðis atgongd til traðir. Ofta eru fleiri familjur onkursvegna knýttar at eini trøð, og ofta er ein trøð eitt felagsprosjekt. Harnæst eru fleiri, sum hava frælsi í øðrum bygdum.

Arvur í fleiri ættarlið

Í mong Harrans ár hevur kommunan leigað traðir út, og vanliga hevur skipanin verið soleiðis, at næsti í familjuni yvirtók trøðna, tá ein legði frá sær. Fyri góðum 10 árum síðan varð tó mett, at skipanin við hesum nærum 120 traðunum átti at verða skipað betur, m.a. skuldi ættarliðsskiftið broytast, soleiðis at ein trøð bara kundi "arvast" eina ferð.

Leigugjaldið varð hækkað í 2005 og ættarliðsskiftið varð broytt í 2007 - avgjørt ikki til fyrimunar fyri borgarstjóran, sum bæði skal gjalda hækkaða leigu og hereftir verða undirlagdur somu treytir sum onnur, at trøðin bara kann yvirtakast av familju eina ferð, so fellir hon aftur til kommununa.

Yvirskriftin hjá Marin Katrinu Frýdal, at "borgarstjórin tryggjaði familju síni trøð í Havnardali" er tí í besta føri misvísandi, í øðrum lagi beinleiðis villleiðandi. Traðarmannafelagið fekk málið til ummælis longu á sumri í 2004, har tey fingu høvið at koma við ymsum broytingum.

Táverandi kommunustjóri mælti í 2007 saman við býararkitektinum til at góðkenna nýggja leigusáttmálan, reglurnar um skipan av bíðilista og reglurnar um at loyva ættarliðsskifti fyri tey, sum høvdu sáttmála áðrenn desember 2005. Marin Katrina Frýdal mælti frá at loyva ættarliðsskifti yvirhøvur, men hennara uppskot fall.

At ættarliðsskiftið varð staðfest hevði stóran týdning, tí mong óttaðust, at hugurin at gera íløgur í traðirnar uttan henda møguleika fór at minka so nógv, at fleiri traðir fullu í órøkt.

Skiftisskipanir eru heilt vanligar, tá ein rættur verður tikin frá fólki, sum t.d. her, tá tú broytir frá at loyva óavmarkaðum ættarliðsskifti til bert at loyva tí eina ferð fyri tey, sum hava leigutrøð undir gomlu treytunum og helst hava gjørt íløgur í trøðna í forvæntningi um, at hon kann "arvast". Tey, sum frameftir fáa leigutrøð, fáa ikki henda rættin.

Borgarstjórin ringast fyri seg sjálvan

Í stuttum eru reglurnar soleiðis nú, at leigaraskifti skal góðkennast av fíggjarnevndini hjá Tórshavnar kommunu. Tað sama er galdandi fyri t.d. bátapláss. Tá fíggjarnevndin viðger mál hjá borgarstjóranum – t.d. hansara trøð, luttekur hann ikki í viðgerðini.

Men tað varð eisini váttað av kommunustjóranum, í sambandi við viðgerðina í býráðnum tá, at borgarstjórin hevði gjørt vart við, at hann átti eina trøð í Havnardali, men ongin helt tá, at tað var nakar trupulleiki við hansara ógegni, tí talan var um at samtykkja almennar reglur fyri leigutraðir – og ikki ítøkiligt mál hjá borgarstjóranum.

Pástandurin hjá Marin Katrinu Frýdal, at hon fekk viðhald í kæruni, er ein sannleiki við nógvum modifikatiónum. Vit lesa niðurstøðuna soleiðis, at borgarstjórin ella annar býráðslimur, bara er ógegnigur, tá tað snýr seg um viðgerðir í fíggjarnevndini. Serfrøðin tekur als ikki støðu til viðgerð í býráðnum sjálvum.

So hesin pástandurin, at "borgarstjórin tryggjaði familju síni trøð í Havnardali" er eitt sindur sniðfundigur, tí í fyrsta lagi gjørdi borgarstjórin tað dýrari fyri seg sjálvan at hava trøð í Havnardali, í øðrum lagi avmarkaði hann ættarliðsskiftið, soleiðis at abbabørn hansara ikki arva hansara trøð.

Men fyri okkum øll var tað tó tað besta, at skil kom á leiguviðurskiftini.

Heðin Mortensen, borgarstjóri