Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

(Børn hjálpa børnum) Monica í Holusteini saman við nøkrum av fittu børnunum, ið savnaðu pening inn í innsavningini í Klaksvík ”Børn hjálpa børnum”.

Børn í Klaksvík hjálpa børnum í Afrika

Børn í Klaksvík savnaðu tilsamans krónur 38.804 inn í innsavningini ”Børn hjálpa børnum”, sum ABC barnahjálp skipaði fyri í Klaksvík, leygardagin 29. mars. Peningurin fer til ABC barnaheimið í Monrovia í Liberia og til ABC skúlan í Dakar í Senegal

Tíðindaskriv

ABC barnahjálp takkar hjartaliga fyri stuðulin. Eisini ein hjartans takk til øll tey røsku børnini, sum saman við vasknum gingu hurð til hurð í Klaksvík við bússum.

Bússurnar vóru endurnýtsla, gjørdar av mjólkapakkum og klæddar við myndum og teksti við upplýsingum um ABC barnahjálp. Faldararnir vóru feilprent, sum ikki kundu nýtast til ætlaða endamálið, men sum komu til nyttuna uttaná bússunum.

Hetta var fyrstu ferð, at ABC barnahjálp skipaði fyri hurð til hurð innsavning. Tiltakið var ein royndarverkætlan, sum Monicu í Holusteini stóð fyri. Frá 27. januar til 4. apríl var Monica í starvsroynd hjá ABC barnahjálp í sambandi við útbúgving sína ”3K” á Diakonissestiftelsen á Frederiksberg.

Børnini fingu øll eitt takkarskjal við áskriftini ABC vinur, sum Else Sjúrðarberg, grafiskur sniðgevi, gjørdi til hetta høvið.

Tíverri náddu vit ikki øllum húskjunum á hesum sinni, men tey, ið ynskja at stuðla kunnu flyta pening á konto í Norðoya Sparikassa, 9865 – 103.480.9. Merk flytingina innsavnan.

Enn einaferð hjartans takk fyri allan stuðul og hjálp.