Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Børn og starvsfólk hjá ABC barnahjálp í Liberia, takka fyri stuðilin

Børn og starvsfólk hjá ABC barnahjálp í Liberia biðja okkum takka føroyingum so hjartaliga fyri fíggjarligan stuðul og forbønir. Tey eru ógvuliga bangin og heita á okkum um framhaldandi at biðja fyri teimum. Tíbetur hevur eingin av okkara børnum og starvsfólkum fingið sjúkuna.

Allir skúlar í Liberia eru afturlætnir orsakað av Ebola. Tað var ikki gott fyri okkara børn, tí tað er sera tyngjandi fyri tey at hugsa um sjúku og deyða og ikki sleppa út um garðin.

Fólk hava tikið so væl undir við áheitanini um stuðul, at vit umframt at keypt heilivág, eisini hava kunnað sett á stovn ein fyribils heimaskúla. Hetta eru tey og vit so hjartans takksom fyri. Barnaheimið er nú eisini ein lívligur og virkin skúladepil við glaðum børnum og starvsfólki. Vit hava gjørt alt, vit kunnu fyri at verja tey fyri at koma í samband við Ebola

Støðan í Liberia er ræðulig og sær bara út til at versna. Lík sløðast býnum og myndugleikarnir hava ikki tamarhald á støðuni. Lík av ebolasjúkum eru ógvuliga smittuberandi, so tað ræður um at halda seg so isoleraðan sum yvirhøvur gjørligt. Hetta er tað, sum vit royna við at halda okkara fólki inni á okkara øki.

Men baraheimið og garðurin rundanum er ikki stórt. Harafturat er garðurin høgur og tað sæst ikki út um, so tað gerst sera innilokað ikki at sleppa út í so langa tíð. Tí hevur tað ligið okkum tungt á hjarta at stuðla og vegleiða teimum í at skapa ein so virknan og innihaldsríkan gerandisdag, sum gjørligt.

Vit hoyra eisini úr Liberia, at samvitskuleys smá vinnulívsfólk gera sær dælt av álvarsligu støðuni í Liberia og skrúva prísirnar upp á matvørunum, upp á bekostning av vanliga fólkinum.

Tað er hart at sita heima í Føroyum og ikki kunna fara til Liberia at hjálpa, men við fíggjarligum stuðli hevur tað verið møguligt hjá okkum at sent teimum hjálp. Vit hava dagliga samband við tey ígjøgnum Skype og Facebook.

Vit í ABC barnahjálp í Føroyum takka so hjartaliga fyri tann stóra stuðul og áhuga, sum vit hava fingið og merkt hesa tíðina.

ABC barnahjálp