Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Børn og ung hava rætt til eitt gott og trygt lív

Øll børn og ung hava rætt til eitt gott og trygt lív. Tí hevur tað stóran týdning at fyribyrgja, at brotsverk henda. Tiltøkini í heildarætlanini eru góð amboð at tryggja hesum. Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, í svari sínum til ein skrivligan fyrispurning frá Jaspuri Langgaard, løgtingsmanni, um at herða átøk ímóti pedofili í Føroyum.

“Eg meti, at tær ásetingar og amboð, sum longu eru í revsilógini og í frástøðuboðslógini eru nøktandi í stríðnum ímóti pedofili. Eg meti eisini, at revsikarmurin fyri hesi brotsverk, sum er tann sami sum í Danmark, liggur á einum nøktandi støði,” sigur løgmaður í svari sínum. 

Løgmaður vísir í svari sínum á, at tað er neyðugt áhaldandi at kanna um lóggávan á hesum økinum er nøktandi og at gera neyðugar dagføringar. Í sama viðfangi verður gjørt greitt, at tað eru ongar ætlanir um at lóggeva soleiðis, at nøvn verða almannakunngjørd ella at pass verða tikin frá fólki.

“At almannakunngera nøvn ella at taka pass frá fólki eru sera víðfevnd inntriv, sum altíð skulu nýtast við størsta varsemi. Ivasamt er eisini, um hesi inntriv liggja innanfyri teir karmar, sum føroysk lóggáva eigur at liggja innanfyri, til dømis Evropeiska Menniskjarættindasáttmálan, svarar Bárður á Steig Nielsen.

Lesið svar løgmans her.