Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

BØRN SÝNA FRAM Í PERLUNI

Ljós og endurnýtsla er stóra evni á spennandi barnaframsýning, sum lat upp í Perluni seinnapartin. Seinastu dagarnar hava børnini arbeitt fram móti hesum degi. Tey hava kýtt seg og kunnu nú errin sýna avrikið fram alment.

Nýggju dagstovnar í Tórshavnar kommunu hava í felag arbeitt við endurnýtslu seinastu dagarnar. Endamálið við verkætlanini er millum annað at gera børnini tilvitað um endurnýtslu. Og so fáa børnini eisini høvi at samstarva, læra og arbeiða miðvíst við einum ávísum evni.

- Hetta er ordiliga stuttligt. Børnini hava veruliga fingið nógv burturúr, sigur Heðin Mortensen, sum vitjaði framsýningina saman við nógvum foreldrum og forvitnum borgarum.

Stigtakararnir til verkætlanina eru Birita Arge og Gunrid Hansen. Og tær eru eisini á einum máli um, at børnini og starvsfólkini á stovunum hava fingið nógv burturúr. 

Á framsýningini kunnu børn og barnsligar sálir gera ymiskar royndir við ljósi og skuggum. Myndir eru eisini á framsýningini, ið lýsa arbeiðið hjá børnunum stig fyri stig.

Starvsfólk á dagstovnunum hava verið á skeiði á Dagstovninum á Velbastað. Har hava tey lært at nýta tilfar frá virkjum og ídnaðarframleiðslu annars, sum vanliga verður blakað burtur. 

Børn á hesum stovnum sýna fram: Dagstovnurin á Velbastað, Dagstovnurin á Hamrinum, Dagstovnurin við Velbastaðvegin, Dagstovnurin í Løkjatúni, Dagstovnurin í Øksnagerði, Miðstovnurin í Gundadali, Býlingshúsið inni á Gøtu, Dagstovnurin við Landavegin, Býlingshúsið á Norðasta Horni.

Framsýningin er opin fyri øllum. Hon er í Perluni og er opin hesa vikuna:

Týsdag kl. 14.00 – 17.00
Mikudag – hósdag kl. 10.00 – 17.00
Fríggjadag kl. 10.00 – 13.00