Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Børn við serligum rættindum

Fyri tíð síðan fingu vit í Føroya Pedagogfelag eitt skriv frá einum námsfrøðingi, ið hevði starvast í fólkaskúlanum sum stuðul hjá einum næmingi, sum hevði innlæringstrupuleikar og aðrar avbjóðingar. Eg havi fingið loyvi at endurgeva úr brævinum, sum eg haldi lýsir væl avbjóðingina, sum námsfrøðiligir stuðlar í fólkaskúlanum standa við í gerandisdegnum, umframt at brævið lýsir tað góða arbeiði, sum verður gjørt fyri einstaka barnið. Hon sigur soleiðis:

Elin N W Tausen, næstforkvinna í Føroya Pedagogfelag

”Ta fyrstu tíðina var arbeiðið við hesum næmingi sera tungt. Hann megnaði als ikki at fylgja hinum næmingum í nøkrum, sum fyrifórst í tímunum, og hann var als ikki áhugaður í, at henda fremmanda konan skuldi sita og hjálpa honum alla tíðina. Hann megnaði bert at vera í stovuni í uml. 1 korter, og so máttu vit út. Tó dámdi honum heldur ikki at vera úti, tí har vóru tað bert vit bæði, og hann ynskti at vera saman við hinum. Sum tíðin leið, fekk eg tó betri samband við hann, og hann byrjaði at hava álit á mær, so nú kundu vit so spakuliga royna at arbeiða við at tekna strikur, skriva oman á bókstavir, lesa søgu saman og eisini fara smáar túrar. Tó var hann enn so sera langt frá tí, ið ein vanliga metir at vera ein skúlabúnan næming. Eg havi ikki tal á, hvussu nógvar ferðir eg havi sagt tað sama í gjøgnum ein dag, tó fullvitandi um, at eg næsta dag skuldi siga akkurát tað sama.”

” Fyri at hetta ikki skal gerast alt ov langdrigið, skal sigast at fyri uml. 2 mðr. síðani hendi nakað fantastiskt, næmingurin byrjaði at minnast og kenna tølini 1-10 og at skilja, at summi av tølunum vóru minni og onnur størri. Eisini er hann farin at kenna fleiri bókstavir, bæði teir stóru og lítlu. Fyri meg er hetta einki minni enn eitt undur, og eg eri ovurfegin, tí hóast tað enn er langt á mál, byrjar nakað at livna í honum, sum eg, um eg skal vera heilt erlig, hevði mist alla vón um. Næmingurin er nú komin har til, at hann hevur hug at læra, og tá er, í øllum førum inntil annað er prógvað, ein heimur av møguleikum, ið kunnu hjálpa honum at byggja oman á ta vitan, ið hann nú hevur”

Fantastiskt at uppliva, at næmingurin hevur fingið møguleikan at blíva møttur á sínum støði og hevur fingið undirvísing, sum var tillagað honum. Hóast framstigini kunnu tykjast smá, so eru tey har, tí barnið kennir seg klárt til at læra. Ein dugnaligur námsfrøðingur, sum gongur fult og heilt upp í sítt arbeiði, ein námsfrøðingur sum tíanverri hevur tikið avgerð at siga seg úr starvið:

”Eg havi tó við ógvuliga blandaðum kenslum valt, at eg ikki haldi áfram við at vera stuðul hjá honum.

Høvuðsorsøkin er, at eg ongantíð fyrr í míni tíð úti á arbeiðsmarknaðinum havi kent mítt arbeiði at hava so lítlan týdning sum hetta, ið eg nú takist við.

Eingin mynduleiki spyr inn til mín næming, tað, ið tú fært burturúr, er upp til tína egnu samvitsku og arbeiðsmoral, so her krevst sjálvleiðsla á høgum støði. Tú hevur ongan at venda tær til við spurningum ella ivamálum, tí ongin annar kennir tín næming. Lønin, ið eg fái, er nærum helvtina av lønini, sum tey, ið eg starvist við síðuna av, fáa, hóast vit hava lisið eftir somu skipan, og hava líka nógv ECTS. Tá ið setast skal í kortið, hvussu víðari skal arbeiðast við næminginum, sum einans eg taki mær av, verður tað ikki sent til mín. Og ongin fyrireikingartíð er sett av, til tess at eg kann ogna mær meira vitan, finna ella tillaga tilfar til næmingin. Av tí at eingi av hesum børnunum við serligum tørvi eru eins, er tað næstan meira umráðandi at ein fær tíð at fyrireika seg, tí til ber jú ikki at brúka eina skabelón, ið riggar uppá onnur. Undirvísingin má vera skræddaraseymað til hvønn einstakan.

Ein sera stórur partur av námsfrøðiliga fakinum er fyrireiking og eftirmeting, men um ein arbeiðir sum stuðul, fær ein bert løn fyri teir tímarnar, ið ein er saman við næminginum.”

Harmiligt, men tíverri enn meira harmiligt fyri næmingin, sum aftur skal til at fáa eina nýggjan persón inn at sær, og sum hann skal kenna seg tryggan við og fáa álit á. Sannlíkindini fyri, at eitt fakfólk verður sett í stuðulsstarvið, eru lítil, verandi starvs- og lønarviðurskifti gera, at námsfrøðingar hava torført við at trívast í stuðulsstørvunum í skúlanum. Fyri summarfrítíðina vóru uml 70 stuðlar settir í starv í fólkaskúlanum, harav 15 høvdu námsfrøðiliga útbúgving.

Henda livandi frásøgnin er tíanverri ikki eitt eindømi, men ein afturvendandi søga, sum vit í Føroya Pedagogfelag hoyra umaftur og umaftur. Samstundis hoyra vit um, at børn fáa tilmælt fullan stuðul frá fakkunnleikanum, men fáa játtað 10 tímar, ófaklærdir stuðlar vera settir ístaðin fyri røttu fakligheitina, tí tú fær meira tímar burturúr einum ófaklærdum enn t.d. einum serlærara ella námsfrøðingi.

Barnarættindasáttmálin sigur í grein 28 og 29: “At barnið hevur rætt til undirvísing, og at samfelagið hevur skyldu at tryggja barninum undirvísing og at menn tað til eitt virðiligt lív”. Fyri barnið við serligum avbjóðingum merkir tað, at samfelagið hevur skyldu til at geva barninum eitt líka gott skúlatilboð sum øðrum børnum, og tá fylgir eisini ein ábyrgd fyri, at barnið fær tað rætta tilboðið, sum tað hevur rætt til fyri at menna eitt virðiligt lív. Øll børn hava rættindi, men hesi børn hava serlig rættindi!

Á einum skeiði herfyri hoyrdi eg, at í Italia tosa tey ikki um børn við serligum tørvi, men børn við serligum rættindum – og tað fokusið, at hesi børn hava rætt til at nakað serligt, verður gjørt fyri at geva einum eina góða tilveru, haldi eg er fantastiskt og sigur so nógv um hugburðin hjá einum samfelag til børn.

Tíðai er komin til, at vit steðga við at skriva álit omaná álit, Bjørn Kalsø! Tíðin er komin til, at vit síggja góðu ætlanirnar í verkið! Og her slepst ikki undan at taka starvsviðurskiftini hjá námsfrøðiligum stuðlunum í álvara, og gera tær broytingar, sum skulu til, fyri at næmingurin við serligum rættindum fær eitt gott og trygt undirvísingartilboð. Hetta er ikki bert talan um ein fakfelagsspurning, men ein spurningur um karmarnar fyri at skapa eina góða lærutilgongd til børn við serligum rættindum.