Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Boykotta Bústaðir

Eg havi gjørt tykkum órætt og eg eri ógvuliga harmur um, at mín lemjandi kritikkur fall yvir á tykkum og tykkara grannalag. Fólkini úti á Íslandsveginum skilja seg ikki út, sum verðandi eitt fólk ella eitt serligt stað, har ung fólk, sum stríðast vid ymiskar sálartrupuleikar ikki eru vælkomin at festa sær búgv.

Ria Tórgarð, sum seinastu 20árini hevur búð úti á Íslandsveginum sigur millum annað í Vágaportalinum, at nú er grannalagið hervið brennimerkt sum staðið, har intoleransa og snævurskygni er eyðkenni fyri øll, ið har búgva.

Sannleikin kom fram í gjárkvøldi í Kringvarpinum, um hvør í hevði ábyrgdina fyri, at hesu ungu fólkini hóast alt ikki fingu loyvi at búseta seg úti í tykkara grannalagið. Syndaflóðin rann yvir tykkum, tí teir persónarnir, sum standa við ábyrgdini ikki hava havt nakran áhuga í at traðka fram og átaka sær skyldina og greiða frá teirra grundgevingum.

Eg eri púra vísur í, at fólk fer aldrin framyvir at samansjóða ella samanbera Íslandsvegin og tykkum fólk, sum har búgva við hugtøk sum, eingin í útgangsstøði ynskir at kennast við ella verða defineraður útfrá, sum persónur.

Lat okkum fáa staðfest, at tað í so máta er eingin munur á fólki, umhvørvi og grannalagi uppi í Hoyvík, í Arjgum ella í eystur ella vesturbýðnum. Tað er í so máta heldur eingin munur á at búseta seg á Djóna í Geils Gøtu, uppi á Løgmannabreyt, úti á hamrinum ella við Íslandsvegin.

Eg loyvi mær tó at siga, at eg ikki á nakran hátt havi kúvent 180 gradir og broytt meining, eittans, tí eg havi sett meg í skriftastólin. Eg haldi enn, at vit sum fólk, hava langt eftur á mál og at fólk, sum umboða ymiskar minoritetar ikki hava serliga góðar umstødur at virka undir í okkara føroyska samfelagi.

Í tólvta tíma, í gjárkvøldi traðkaðu tveir persónar fram og góvu ljóð frá sær. At Andras Róin, sum er stjórin hjá Bústaðir og Jóhan Mortensen, sum er nevndarformaður valdu at stilla seg upp og greiða frá teirra handfaring av málinum hevur sikkurt passa teimum ógvuliga illa og tað var sum at hoyra tveir troyttar menn, greiða frá teirra leikluti.

Tveir troyttir menn, sum vórðu troyttir av hesum málinum, tí teir í roynd og veru vórðu og eru fullkomuliga líkaglaðir, um hvar í hesu ungu fólkini nú skulu finna sær ein bústað, tí tað jú ikki er teirra trupuleiki.

At hoyra Andras Róin greiða frá, at Bústaðir hevur eina yvirornaða ábyrgdarkenslu fyri teirra kundum og fólkum, sum ynska at leiga eina íbúð frá teimum er ein decidera vannvirðing yvir fyri teimum ungu sálarsjúku fólkunum, sum Andreas Róin harvið konstaterar ikki passa inn í teirra koncept.

At hann so eisini roynir at greiða lurtaranum frá, at tað er ein spurningur um samanseting, av fólki, so má eg loyva mær at spyrja, um Almannaverkið framyvir kann átaka sær eina uppgávu um at samstarva við ein stóvn, sum hevur ein so víðgongdan new puplic management stjóra, sum, beinleiðis arbeiðir ímóti tveimum av endamálsorðingunum hjá stóvninum, sum eru :

: at virka fyri at øll í Føroyðum skulu hava møguleika fyri at útvega sær ein bústað.

: at tryggja fjølbroytni á bústaðarmarknaðinum.

At hoyra nevndarformannin greiða frá, at talan var aldrin um ein sáttmála, men arbeitt var einans ímóti at skapa eina tilgond til ein møguligan sáttmála er sum at hoyra ein persón, sum hevur staði frammanfyri speglinum í fleiri tímar og instudera síni svar til møguligar spurningar. Eitt teknisk svar, sum eingin kann brúka til nakað sum helst og sum einki sigur um nakað sum helst yvirhøvur.

At hoyra hesar menninir tosa um, at teir eisini hava eitt umdømi at ansa eftur, er saman vid øllum hinum úttalilsinum frá teimum bara ein máti, at flyta fokus frá, hvat tað einasta endamálið hjá hesum báðum monnunum er óansæð, menniskjarligar umkostnaðar og tað er at fáa eitt fíggjarligt avkast.

Tað sum mangt annað eyðkennir neo-liberalistar er, at teir ikki síggja eitt menniska, sum verðandi eitt menniskja, men eina vørðu. Ein vørða, sum skal prístalsgildast og harvið far vørðan eitt virði og so er spurningurin bara, um virði á vørðuni svarar til kostnaðin og hvussu stórt fíggjarligt yvirskot er í avkast.

Samvitskan hjá hesum monnum, hvat viðvíkjir hesum máli og teimum avleiðingunum, sum hetta hevur havt fyri hesu ungu fólkini røkkir neyvan longri enn fram til næsta dagin, tí í dag er sum kunnugt ein nýggjur dagur.

Skuldi tú koyrt ella gingið tær ein túr út yvri við Strond í dag, so hygg væl eftur, tí kanska far tú eygað á eitt hús, sum ynskir tær vælkomin á dýr.

Eini góð ráð eru tó, at tú fyrst gevur tær stundir til at lesa um teirra koncept, um tú í heila tikið er ein potentiellur kundi og passar inn í teirra svævurskygda menniskjaliga útgreining av normalitets hugtakinum.

Í so fall verða tey flestu av okkum tveitt á dyr aftur, so best er at halda seg burtur.

Karl Jóhan Staksberg.

Email : runesean66@hotmail.com