Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Brandstøðin: Føðingardagur og 45 og 25 ára starvsdagar

Ikki smávegis dagur á Brandstøðini í gjár, har tað var bæði 45 og 25 ára starvsdagur, umframt at Tórshavnar sløkkilið fyllir 79 ár!

Annfinn Reinert er 63 ára gamal og byrjaði í sløkkiliðnum í 1967, og varð settur í fast starv í 1974. Hann var á brandmansskeiði í Århus í 1975, á liðleiðara- og innsatsleiðaraskeiði í 1988, og hevur verið innsatsleiðari líka síðan. Hann legði frá sær, nú hann hevði 45 ára starvsdag.

Annfinn er kendur sum hestamaður, fimleikari, fjallmaður, haruskjútti, og so smíðar hann í frítíðini. So hann fer ikki at keða seg, nú hann leggur frá sær. Kartni Jacobsen, sløkkiliðsstjóri, róði eisini framundir, at helst vildið hann hava, at Annfinn hugdi inn á gólvið av og á, tí tað kundi meiri enn so verða, at tey fóru at hava tørv á hansara vitan og royndum.

Hans David Hansen hevði 25 ára starvsdag fyrr í ár. Hann er 54 ára gamal og byrjaði í sløkkkiliðnum í 1987. Hann var á brandmansskúla í Århus í 1988, á liðleiðara- og innsatsleiðaraskeiði í 1998, og varð settur sum varasløkkiliðsstjóri í november 2002.

Hans David er í Havnini sera kendur frá kappróðri. Hann hevur róð við flestu bátunum hjá Havnar Róðrarfelag og sitið í nevndini hjá Róðrarsambandinum frá 1989 til 2011. Komandi február eru 40 ár, síðan Hans David flutti til Havnar – men hann er framvegis fjallmaður í Hósvík!

Kartni Jacobsen, sløkkiliðsstjóri, og Heðin Mortensen, borgarstjóri, greiddu báðir frá ymsum í sambandi við yrkið hjá Annfinni og Hans Davidi. Hans David fekk heiðursmerki frá Beredsskabsstyrelsen og gávur frá býráðnum. Annfinn fekk gullheiðursmerki frá Beredsskabsstyrelsen fyri fimm árum síðan, í fjør fekk hann Dronningens fortjenstmedalje, og nú fekk hann bæði heiðurs- og fráfaringargávur.

Kelda. www.torshavn.fo