Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Breiða samstarvið í Tórshavnar kommunu smælkað

Umboðini hjá Javnarflokkinum, Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum í Tórshavnar býráð hava í dag boðað Marini Katrinu Frýdal úr Tjóðveldi frá, at tey hava mist álitið á henni sum politiskur samstarvspartur. Síðani hetta eru hinir limirnir í Tjóðveldi farnir úr samgonguni, og harvið missa teir bæði tign og nevndarsessir.

Í einum skrivi til Marina Katrinu Frýdal siga teir 10 býráðslimirnir, at tá hetta býráðið tók við 1. Januar 2012, var tað við eini góðari, jaligari ætlan um at seta fólkaræðið í miðdepilin við at loyva øllum 13 býráðslimum framat. Hetta var eitt nýbrot í kommunupolitiskum høpi, og vóru øll samd um at skapa góðar og varandi semjur um stór mál.

Býráðslimirnir siga seg í skrivinum harmast um, at hesin viljin tíverri ikki hevur víst seg at vera til staðar hjá Marini Katrinu Frýdal. Tey halda, at hon, heldur enn at vísa samstarvsvilja, støðugt, og longu áðrenn samstarvsavtalan varð undirskrivað, hevur roynt at leggja fót fyri tær góðu ætlanir, sum øll annars hava verið samd um at gjøgnumføra.

Tey halda at hetta er farið at fylla ov nógv og órógvar áhaldandi annars góða samstarvið í býráðnum so nógv, at tey hava gjørt av at siga samstarvið við hana upp frá dags degi, skrivar Heðin Mortensen, borgarstjóri í kunningarskrivinum frá meirilutanum.

Síðani er tað hent, at Maerin Katrina Frýdal, hevur dragsað restina av flokkinum aftaná sær, so nú er ein meiriluti og ein minniluti í Havnar kommunu, men líkasum, Frýdal misti álitissess soleiðis missa hinir eisini týðandi nevndarsessir í býráðnum.