Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Bretski sendiharrin hittir fólkatingsmannin

- Hóast Føroyar og Bretland við ES-boykottinum í løtuni eru í stríði um tilfeingi í havinum, eiga londini tó at nærkast hvørjum øðrum, samvinna og samstarva, tí tað tænir øllum pørtum, sigur Edmund Joensen, fólkatingsmaður Sambandsfloksins, eftir fund við bretska sendiharran í Keypmannahavn

Sum fyrireiking til Føroyaferð sína, ið byrjar í morgin, hevur bretski sendiharrin í Keypmannahavn, Vivien Life, vitjað fólkatingsmann Sambandsfloksins, Edmund Joensen.

Á fundi á Christiansborg hava tey skift orð um føroysk viðurskifti í víðari merking. Fólkatingsmaðurin segði sína hugsan, bæði um dagsins mál og um stóru búskaparligu og samfelagsligu avbjóðingarnar, ið Føroyar standa yvir fyri.

Eftir fundin staðfestir fólkatingsmaðurin, at Bretland og Føroyar hava nógv at vinna við øktari felags samvinnu.

- Bretland er næsti granni Føroya, og tí er náttúrligt, at londini økja samstarv og samvinnu.

- Hóast lond okkara við ES-boykottinum í løtuni eru í stríði um tilfeingi í havinum, eiga tey tó at nærkast hvørjum øðrum. Hinumegin handilsboykottið skulu vit øll liva í sátt og semju. Samvinna og samstarv tænir øllum pørtum, sigur Edmund Joensen, fólkatingsmaður.

Ítøkiliga heldur fólkatingsmaðurin tað vera áhugavert, um bretar ella skotar - gjarna í samvinnu við føroyingar - kundu tikið Føroyar við í eitt loftvegis rutunet.

- Nýtt loftvegis samband og kapping um kundarnar hava vit brúk fyri. Hetta ber náttúrliga í sær, at ferðaseðlarnir kunnu koma á eitt kappingarført prísstøði, sigur Edmund Joensen.

Hann vónar, at sendiharrin fær eina úrslitagóða ferð, nú hann kemur til Føroya at vitja.