Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tær turbulentu tíðirnar hasa neyvan av í bræði, og Brexit er helst bara ein av mongum brotasjógvum á núverandi altjóða búskaparliga bygnað; men hvussu nógv skal skundast undir nýskipanar tilgongdina fyri okkara fiskivinnu?

“Jóansøkuaftan í ár gjørdist ein minniligur dagur,” skrivar Zakarias Wang: http://www.oyggjatidindi.com/folkaatkvodan+i+sameinda+kongsrikinum+og+nordurirlandi.html í stuttari viðmerking til Brexit atkvøðuna sum varð hildin tann 23. juni í Stóra Bretlandi, har meirilutin av fólkinum atkvøddi fyri at landið skal taka seg úr Europeiska Samveldinum. 

Zakarias ger eina áhugaverda samanbering millum Brexit atkvøðuna og okkara søguliga 14. september: “Vit eru ikki ókunnug við fólkaatkvøður, tí vit høvdu jú eina í 1946. Eins og á henni skuldu bretar nú taka støðu til tvinnar kostir. Annar var at halda fram við ES-limaskapinum, hin var at fara burturúr. (...) Eins og hjá okkum í 1946 var luttøkan um 70%. 

Hjá okkum fingu teir báðir møguleikarnir 51 og 49% av atkvøðunum, hjá teimum fingu teir 52 og 48%. Eins og hjá okkum í 1946 kom úrslitið í grannalandi okkara sera illa við hjá teimum sum valdið høvdu í samfelagnum. Tað hevði ikki komið teimum til hugs at teir kundu tapa. (...) Men eins og í Føroyum í 1946 mistóku teir seg. Tá veljararnir komu til orðanna, var tala teirra greið: teir vildu ikki lata sær lynda at ganga útlendingum og samstarvsmonnum teirra til handa.” 

“Talan er um ein politiskan jarðskjálvta,” leggur Zakarias afturat, og vísir síðan á nakað sum sjáldan hevur verið at hoyrt í tí almenna rúminum — at Heimastýrislógin hevur havt grundleggjandi týdning fyri Føroyar í mun til ES. 

Les meira: http://www.fiskivinnan.com/2016/06/brexit-og-froyingar_30.html#more