Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Brot á lógina um skráseting: TØGN UM RKI-PRÓGVIÐ

Perla: Hóast vit hava sent skrivligan fyrispurning til Dátueftirlitið um ólógligu skrásetingina hjá Ribers, er nú tøgn… Oyggjatíðindi 8. september 2004.

Redegørelsen gav ikke Skrásetingareftirlitið anledning til bemærkninger, skrivaði Jørn Astrup Hansen, til blaðið. Vit hava spurt Dátueftirlitið, og harvið leiðarin har, Turid Debes Hentze, advokat:

Kann tað hugsast, at Dátueftirlitið av eini ella aðrari orsøk ikki hevur loftað bankanum, sum so hevur hildið seg hava fingið loyvi at skráseta heimahoyrandi skuld hjá Ribers?

Fara tit at eftirkanna hesar upplýsingar?

Hóast vit sendu fyrispurningin tíðliga hósdagin, hevur Dátueftirlitið ikki enn svarað. Tað er í slíkari støðu, at stjórin í Dátueftirlitinum skal prógva virðing fyri starvinum...

Men har hoyrdist onki, hóast vit á blaðnum hava sent áminningar.

Av tí at Dátueftirlitið er stovnur undir Innlendismálaráðnum, hava vit valt at klaga stovnin fyri væntandi svar uppá annars upplagdar spurningar.

Innlendismálaráðið hevur fyrr skrivað til Oyggjatíðindi:

...Tó varðar Innlendismálaráðið av persónsupplýsingarlógini, og skal í hesum sambandi vísa á......

Men svar kom beinanvegin uppá klaguna:

Innlendismálaráðið hevur í telduposti, dagfestur 31.august 2004, svara tínum fyrispurningi um persónsupplýsingarlógina. Sum upplýst í teldupostinum er tað Dátueftirlitið, ið umsitur lógtingslóg nr. 73 frá 8. mai 2001 um viðgerð av persónsupplýsingum, og Dátueftirlitið er tí rætti myndugleiki at svara tær í hesum ítøkiliga máli. Dátueftirlitið er ein óheftur fyrisitingarmyndugleiki og Innlendismálaráðið hevur tískil ikki heimild at viðgera klagur um málsviðgerðina hjá Dátueftirlitinum.

Ingunn Eiriksdóttir, fulltrúi, hevur skrivað undir boðskapin úr Innlendismálaráðnum.

Nú er so onki annað at gera enn at senda løgmanni klaguna, tí fólk hava krav uppá at vita hvar tey flóta.

Høgni Hoydal hevur verið landsstýrismaður við skrásetingini av persónsupplýsingum, sum sínum málsøki. Hann sigur upppá fyrispurning:

Eg vil og eigi ikki at gera viðmerkingar til ítøkilig mál um brot á persónsupplýsingarlógina. Havi ikki hoyrt um slík brot, meðan eg havi sitið sum landsstýrismaður, og tað er uppgávan hjá Dátueftirlitinum at fylgja við hesum og reisa møgulig revsimál. Men eg kann siga nakað um ætlanirnar og viðgerðina í sambandi við lógarsmíðið.

Tá vit gjørdu lógina – og tá hon var til viðgerðar í tinginum - var júst hesin spurningur um at skráseta skuldarar, í eitt nú danska Ribers, viðgjørdur.

Og tá varð sligið fast, at við nýggju lógini um persónsupplýsingar var tað ikki loyvt at senda slíkar viðkvæmar upplýsingar av landinum uttan serligt loyvi frá Dátueftirlitinum. Segði Høgni Hoydal.

Linkur til viðkomandi grein um sama evni: http://www.oyggjatidindi.com/fekk+onki+loyvi+at+skraseta.html