Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Á myndini sæðst Sigurð Marner Simonsen fysioterapeutur, sum skipar fyri venjingunum
Framyvir kemur rørslutiltakið at vera í Marghøllini í Vági hósdagar kl. 10.00 og ikki sum vant í Páls Høll. Byrjað verður hósdagin 26.04.18 kl. 10.00

Broyting í rørslutiltakinum hjá Krabbameinsfelagnum í Suðuroy

Broyting í rørslutiltakinum hjá Krabbameinsfelagnum í Suðuroy
 
Framyvir kemur rørslutiltakið at vera í Marghøllini í Vági hósdagar kl. 10.00 og ikki sum vant í Páls Høll.
 
Byrjað verður í dag kl. 10.00
 
Tiltakið er fyri øll, sum hava ella hava havt krabbamein og teirra avvarðandi. Dentur verður lagdur á venjingar, sum geva styrki og konditión.
 
Krabbamein rakar ikki bert tann sjúka, men alla familjuna. Tí verður skipað soleiðis fyri, at familjan kann vera saman um at venja. Hetta verður ein løta, har til ber at hava tað stuttligt, mennandi og samstundis koma í betri venjing.
 
Vant verður í Marghøllini í Vági. Venjari er Sigurð Marner Simonsen, fysioterapeutur.
 
Tilboðið er ókeypis
 
Kundi tú hugsað tær at fingið meiri at vita um rørslutiltakið, ella hevur tú spurningar um tilboðini hjá Krabbameinsfelagnum, kanst tú seta teg í samband við okkum á telefon 317959 ella umvegis teldupost kmf@krabbamein.fo.