Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Broytingar á veg í Koltri

“Tað fer framvegis at vera tørvur á fólki, sum bæði hava kunnleika til oynna, og eru góð við Koltur” segði Bjørn Kalsø á kunnandi fundi fyri innbodnum Koltursáhugaðum í Tjóðsavninum hóskvøldið 23. oktober. Landsstýrismaðurin í mentamálum segði seg vóna, at bæði fyrrverandi festarar og “Koltursvinir” eisini í framtíðini koma at eiga sín lut í virkseminum í Koltri.

Tíðindaskriv

At broytingar eru á veg í Koltri hevur ligið í kortunum síðan apríl 2013, tá løgmaður legði málsøkið til Mentamálaráðið við eini fráboðan um at gera eina antikvariska serskipan fyri Koltur. Og nú verður so farið undir Koltursætlanina. Fyrsta stigið varð tikið hóskvøldið, tá fyrrverandi festarar, “Koltursvinir”, umboð fyri kommununa, ferðavinnuna og onnur vóru møtt til ein kunnandi fund í Tjóðsavninum. Fólk vóru á einum máli um, at tað hevur týdning, at áhugapartar so sum ferðavinnan og kommunan eru við til at mynda tær ætlanir, ið verða lagdar, og at “Koltursvinir” eiga at halda fram, tí júst hetta netverkið av fólki, ið skiftisvís hava tikið eitt tørn í Koltri, tá tørvur hevur verið á tí, er avgerandi fyri, at nýggju ætlanirnar í Koltri fara at eydnast.

Landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, greiddi í stuttum frá gongdini, frá tí at fyrstu tankarnir um eina antikvariska serskipan fyri oynna tóku seg upp í 1987, og til nú, ið Mentamálaráðið hevur heitt á Søvn Landsins um at varða av uppgávuni at skipa eina antikvariska serskipan fyri Koltur. Í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2015 eru settar kr. 750.000 av til rakstur av Koltri, og harafturat koma 5 mió. kr. úr Búnaðargrunninum, sum árini 2014-2020 skulu nýtast til at skipa antikvarisku serskipanina, so sigast má, at fíggjarligu útlitini eru rættuliga góð.

Tað hevur leingi verið greitt, at tíðin er runnin undan lítla bóndasamfelagnum, sum hevur livað og virkað í Koltri. “Vit kunnu siga, at landbúnaðurin í Koltri so líðandi hevur mist sín búskaparliga týdning, og at tað nú er upplivingarbúskapurin, ið verður grundarlagið fyri búskapinum í Koltri”, segði Bjørn Kalsø millum annað. Landsstýrismaðurin endaði við at takka Bjørn og Lükku Patursson fyri, við stórum hegni, at hava varðað av oynni seinastu nógvu árini.

Síðan legði Andras Mortensen, stjóri í Søvnum Landsins, “Koltursætlanina” fram. Ætlanin byggir á tað tilfar, ið fyriliggur frá ætlanini “Koltursvisjónin”, sum var gjørd í 1999. Ein avgerandi munur er tó broyttu fortreytirnar fyri ætlanini. Í 1999 var ætlanin, at Koltur skuldi halda fram í festiskipanini. Henda ætlan var broytt í 2009, tá Koltur varð tikin úr festiskipanini. Broytingin hevur við sær, at tað nú ikki eru landbúnaðarmál, ið eru berandi fyri búskapin í oynni, men at tað eru varðveitingaratlitini til mentanar- og náttúruarvin, ið verða karmur um virksemið í oynni.

Endamálið við Koltursætlanin er at gera støðuna upp, nú nýggj skipan skal setast í verk, og vísa á karmar fyri framhaldi av tí, sum varð sett í verk í 1987 og 1999. Koltursætlanin er hugsað sum eitt arbeiðsskjal, sum skal dagførast so hvørt sum støður verða tiknar til tey serligu viðurskiftini, ið verða nevnd. Ætlanin er almenn, og er atkomulig á www.savn.fo.

Í næstum fara Søvn Landsins at søkja eftir fólki at standa fyri virkseminum í Koltri. Tann, ið verður settur skal hava hug og evni at skjalfesta, varðveita og miðla mentanar- og náttúruarvini Koltri, umframt hegni at røkja hús, bø og haga.

Starvsstaðurin verður í Koltri.