Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Broytingar í miðnámsútbúgvingunum

Bæði innan yrkisútbúgvingarnar og innan tær gymnasialu miðnámsútbúgvingarnar eru broytingar framdar, sum fáa virkna komandi skúlaár.

Tekniskt Yrkisnám

Tað, sum kallaðist SIT og yrkisútbúgvingar, verður nú lagt saman í eina skipan, sum nú eitur Tekniskt Yrkisnám. Tað merkir, at skúlagongdin er tann sama, uttan mun til, um tú er næmingur ella lærlingur á læruplássi.

Tekniskt Yrkisnám er: Timbur, el, bilsmið, metal, hárfríðkan, klædnaatstøði og matvøruatstøði.

FHS Yrkisnám

Við nýggju skipanini verður eisini møguleiki at taka FHS uppá tvey ár, ístaðin fyri eitt ár. Tó kann FHS framvegis eisini takast uppá eitt ár.

Faldarin “Yrkisleiðin TÍN leið!” um yrkisútbúgvingarnar er borin skúlunum, og til ber eisini at taka hann niður á heimasíðuni hjá Mentamálaráðnum www.mmr.fo

Gymnasialt miðnám

Tey, sum fara á gymnasialu miðnámsskúlarnar eftir summarfrítíðina fara á eina nýggja breytaskipan. Talan er um eina broytta gymnasiala miðnámsskúlaskipan, soleiðis at nú ganga øll í somu skipan, men á ymiskum breytum.

Breytirnar eru 6 í tali: Búskaparbreyt, hugbreyt, náttúrubreyt, tilfeingisbreyt, tøknibreyt og fyrireikingarbreyt Allar breytir hava somu felagslærugreinir, umframt breytalærugreinir og vallærugreinir.

Faldarin “Gymnasialar útbúgvingar” er borin skúlunum, og til ber eisini at taka hann niður á heimasíðuni hjá Mentamálaráðnum www.mmr.fo

Á www.breyt.net ber eisini til at lesa meira um gymnasialu miðnámsútbúgvingarnar, og eisini er møguleiki at royndarvelja, so tú longu nú kann gera tær eina mynd av, hvussu tú kundi hugsa tær, at títt gymnasiala miðnámsprógv kemur at síggja út um trý ár.

Freistin at søkja inn á yrkisnáms - og miðnámsútbúgvingarnar er 15. mars. Umsóknarbløð fáast á heimasíðuni hjá Mentamálaráðnum www.mmr.fo ella hjá miðnámsskúlunum. Meira kunning um nýggju skipanirnar finst á www.mmr.fo.

Verandi næmingar á útbúgvingunum gera seg tó lidnar eftir gomlu skipanini.