Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Broytingarippskot til løgtingslóg um gjøldi við fiskiskap eftir makreli

Broytingaruppskot

Løgtingsmál nr. 193/2011

FRAMSÓKN

§ 1, stk. 2 verður orða soleiðis:

“Stk. 2. Fyri hvørt skip verður veiðigjald lagt á hvørt fiskað kilo í rundari vekt soleiðis:

1) fyri veiðu undir 1.000 tons verður rindað kr. 0,10

 og

2) fyri veiðu 1.000 tons ella meira, men undir 3.000 tons verður rindað kr. 0,25

og

3) fyri veiðu 3.000 tons ella meira verður rindað kr. 0,75.”

Viðmerkingar:

Skotið verður upp, at eitt skip ið veiðir undir 1.000 tons gjaldar eitt veiðigjald á kr. 0,10, og at tað síðani verður goldið kr. 0,25 fyri fiskaða nøgd á 1.000 tons ella meira, men undir 3.000 tons, og at goldið verður kr. 0,75 fyri veiðu á 3.000 tons ella meira. Grundgevingin fyri einum lægri gjaldi fyri fyrstu nøgdina er, at leggjast skal upp fyri uppstarts umkostnaðinum. Væntast kann, at fleiri skip fara at fiska makrel í ár. Havast skal í huga, at flestu skip fara at hava ein ávísan uppstarts ella umleggingarkostnað. Og samstundis skal eisini havast í huga, at fiskiskapurin ikki verður tilrættalagdur við umsetiligum eginkvotum; tí mugu flestu skip, so ella so, sjálvi út at fiska sín lut. Í hesum førunum er tað eisini áhugin hjá samfelagnum, at veiðuorkan og serliga øll frystiorkan í føroyska flotanum fer at taka aktivan lut í makrelfiskiskapinum.

Væntast kann, at ikki øll skip, av ymsum orsøkum, fara at hava møguleika at fiska líka stórar nøgdir. Hjá teimum ið koma at liggja í lægra endanum, fer uppstarts ella umlegggingarkostnaðurin at tyngja raksturin forholdsvís meira enn hjá teimum skipum, ið fara at fiska størri nøgdir. Tí meta vit tað vera rættast, at leggja eitt minni gjald á fyrstu fiskaðu tonsini. Undir hesum umstøðum er tað sjálvsagt, at veiðigjaldið verður útrokna og álagt eftir hvørjum skipi sær; tvs. at tonsini fylgja skipinum. Hesin leisturin væntast at geva kr. 45,5 mió. í veiðigjaldi.

Framsókn skal annars vísa til semjuna millum Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin og Tjóðveldi, sum bleiv gjørd tann 20. Apríl í fjørð. Har tilráðingin frá Uttanlandsnevndini um, at makrelveiðan oman fyri tey 15% av mest loyvdu veiðini verður settur av til vísindaligar kanningar og royndarfiskiskap, m.a. fyri at styrkja grundarlagið undir krøvum okkara í komandi strandalandasamráðingum.

“Royndarfiskiskapur:

Uttanlandsnevndin hevur mælt til, at parturin av ásettu makrelkvotuni oman fyri tey 15% av mest loyvdu veiðini verður settur av til vísindaligar kanningar og royndarfiskiskap, m.a. fyri at styrkja grundarlagið undir krøvum okkara í komandi strandalandasamráðingum.

Tí skulu skipini, sum veiða makrel í 2011, dagliga geva fiskiveiðueftirlitinum útgreinaða fráboðan um fiskiskapin og gera stakroyndir um stødd, vekt, góðsku, feskleika og um ætið í fiskinum. Royndirnar verða skrásettir til hagtalsnýtslu. Nøkur av skipunum hava framkomin tól umborð, sum m.a. máta hitan í sjónum, stødd av torvum, knattstøður o.a. og kunnu tí fáa til vega nágreinilig hagtøl og vitan, m.a. um hvussu makrelurin ferðast. Dentur verður lagdur á, at partur av teimum skipum, sum fáa loyvi, royna nýggjar veiðihættir og harvið leggja grundarlag undir størri fjølbroytni í veiðuna eftir uppsjóvarfiski framyvir.”

Tað er tí av sera stóru týdningi, at landsstýrismaðurin í ætlan síni at tilluta kvotu til royndarveiðu røkkur eindamálið um fjølbroytta veiðu, við ætliti til virðisøking, orkunýtslu, íløgur, fitievni í makrelinum, og nýggjar marknaðir.

Í semjuni frá í fjørð stendur, at uppsjóvarflotin í siðvenju eigur 35.000 tons. Framókn hevur í brævi til semjupartarnar gjørt vart við, at hetta ikki er rætt, men at rætta upphæddin uppsjóvarflotin eigur er umleið 20.000 tons.

Framsókn heldur tó at tað er rætt, at uppsjóvarflotin fær sín rímuliga part av teimum 15% av mest loyvdu makrelveiðu, og heldur at 35 - 40.000 tons røkka. Umframt hesi hevur uppsjóvarflotin teir allarbestu møguleikar at optimera við bjóða uppá tey 23.000 tonsini, sum í verða á uppboðssøluni í ár.

Framsókn er annars av teirri áskoðan at virðisøking í Føroyum í nógv størri mun í framtíðini skal liggja sum grund fyri at fáa veiðuloyvi eftir makreli. Hetta sama eigur at galda fyri veiðu eftir øðrum fiskasløgum í framtíðini.

Framsókn

Poul Michelsen

Janus Rein