Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Broytt ferðaætlan seinkar postin

Færri flogfør ávirka postin til og úr Føroyum

Vanliga er nógvur postur við flogfarið bæði til og úr Føroyum hvønn einasta dag. Men í løtuni mugu vit venja okkum við, at tað tekur longri tíð hjá húskjum í Føroyum at fáa post úr útlondum. Orsøkin er tann, at ferðaætlanin hjá flogfeløgum kring heimin er broytt og munandi færri flogfør flúgva nú millum Føroyar og Danmarkar. Tað merkir, at plássið fyri posti er avmarkað:

”Hetta er ein óvanlig støða og Posta ger sítt besta fyri at fáa postin fram skjótast til ber. Men vit mugu ásanna, at broytta ferðaætlanin ávirkar postin. Viðskiftafólk mugu tíverri bíða nakrar dagar eyka eftir postinum, so leingi sum ferðaætlanin er skerd,” greiðir Joel undir Leitinum, stjóri á Posta frá.

Seinkingarnar ávirka bæði brøv og pakkar til og úr Føroyum. Posta sigur, at ein partur av postinum fer við skipi fyri at viðskiftafólk skulu merkja minst møguligt til skerdu ferðaætlanina.