Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Brúka sendistovur í ríkinum

Heldur enn at brúka pengar uppá nýggjar sendistovur, eigur landsstýrið at brúka uttanríkistænastuna í ríkinum, ið er ein loysn, sum føroysk vinna hevur góðar royndir av.

Nú verður aftur tosað um at seta sendistovur á stovn runt um í heiminum. Hetta er eftir at uttanlandsnevndin í Løgtinginum hevur havt samráð um spurningin.

Tosið er kyknað aftur, longu áðrenn fráboðaða niðurleggingin av sendistovuni í London er framd - hetta sum liður i neyðugum sparingum.

Her hongur ikki saman.

Man kann ikki í álvara niðurleggja eina sendistovu, tí man vil spara, fyri síðani at lata eina ella tvær nýggjar sendistovur upp aðrastaðni.

Flestu munnu vita, at tað er dýrt at tveita pengar í diplomatisk projekt. Heldur eiga vit í Føroyum at gagnnýta teir møguleikar, ið vit hava saman við uttanríkistænastuni í ríkinum.

Ríkisfelagsskapurin tryggjar okkum atgongd til donsku uttanríkistænastuna, ið er eitt vælvirkandi og proffessionelt netverk av sendistovum, sendimonnum og konsulátum kring allan knøttin. Hetta netverk hevur neyðugu orkuna og allar royndirnar til at gera mun i altjoða samanheingi.

Vinnuhúsið hevur fyri kortum vegna føroyska vinnu boðað frá, at tey hava góðar royndir av at samstarva við donsku uttanrikistænastuna og danska útflutningsráðið.

Minnist meg rætt, mælti Vinnuhúsið til, at hetta samstarv heldur fram og verður víðkað.

Atfinnarar hava víst á, at í summum førum, har ið mótstríðandi áhugamál eru, er ikki so heppið at brúka danskar sendistovur. Hetta er møguliga rætt. Í slíkum førum mátti borið til at sent fólk úr føroysku uttanlandstænastuni til arbeiðis.

Fyri at siga akkurát sum er, so hevur føroyska landshúsarhaldið ikki ráð til at stovnaseta nýggjar sendistovur, og tað eigur heldur ikki at vera okkara strategi.

Vit skulu hava meira fyri minni og heldur bruka pengarnar til vælferð heima hjá okkum sjálvum. Vit mugu i minsta lagi varðveita verandi støði á almanna-, heilsu- og útbugvingarøkinum. Hetta er ein avbjoðing i øllum okkara parti av heiminum í dag.

Lat okkum gera tað skilagóða og brúka orkuna til at fáa samfelagið aftur á beint og tryggja framtiðar vælferðina í Føroyum.

Bárður Nielsen

tingmaður fyri Sambandsflokkin