Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

BRYNLEIF FLYTUR TIL FØROYAR – 50 ÁR LIÐIN

BRYNELIF HANSEN - pionerur IN MEMORIA. 
Brynleif vaks upp í Fuglafirði. Foreldrini vóru Malena og Hans Hansen, vanliga róptur Hans á Lakjuni. Malena og Hans fingu 7 børn, har Brynleif var nummar fýra í systkinaflokkinum. Brynleif er føddur 11. oktobur 1936. Hann hevði verðið 80 ár næsta ár, um honum varð lív lagað. Familjan kom í samkomuna í Siloa, har smádrongurin og tannáringurin Brynleif upplivdi at hoyra og koma at kenna andaliga mentamannin Victor Danielsen. Brynleif kom til trúgv sum ungur drongur, og einki ar tað at ivast, at tann evangeliski eldhugurin, sum eyðkendi Brynleif til hansara seinasta dag, var m.a. ísettur av hansara tætta sambandi við evangelistin og rithøvundan Victor Danielsen.

Poul Jóhan Djurhuus
gjaranes@gmail.com

Brynleif fór til Danmarkar at læra til fjarritara. Í Danmark kom hann inn í eitt tíðarskeið har hann var andaliga kaldur, og savnaðist ikki við Guds børnum. Men Harrin fekk bilbukt við unga mannin, og hann byrjaði av álvara at søkja Harrans vilja við sínum lívi. Hann møtti donsku gentuni Else Thomsen, sum er fødd og vaksin upp á Bispebjerg í Keypmannahavn. Tey giftust í 1961. 

Brynleif fór á Bíbliuskúla í Onglandi (Moorlands Bible College), har hann var í tvey ár. Tá hann var liðugur á bíbliuskúlanum í 1961 valdu hann og Elsa at búseta seg í Keypmannahavn, har hann virkaði sum fulltíðarevangelistur við tilknýti til brøðrasamkomuna í Thorsgade 40 á Nørrebrúgv. Hann virkaði nógv millum børnini á Nørrebrúgv, og føroyingarnir í Keypmannahavn lógu honum nógv á hjarta. Brynleif kom, saman við Elsu, at luttaka á summar- og barnalegunum hjá Evangelisk Børnemission. 

Tað var á summarlegunum hjá Evangelisk Børnemission, at neistin, at byrja barna- og summarlegur í Føroyum, tendraðist. Brynleif flytur til Føroyar í januar/februar 1965 saman við konuni og tveimum synum, Billy og Filip. Hansara størsta endamál við flytingin var at byrja barna- og summarlegur í Føroyum – TAÐ ERU SOSTATT Í ÁR 50 ÁR LIÐIN SÍÐAN BRYNLEIF HANSEN, SÁLI, FLUTTI AFTUR TIL FØROYAR!

BRYNLEIF BYRJAR SUMMARLEGURNAR – 50 ÁR LIÐIN
Í ár eru 50 ár liðin síðani summar-og barnalegurnar við Áir/Zarepta byrjaðu. Tað var í juni 1965, at Brynleif Hansen, sáli, byrjaði summarlegurnar í húsunum hjá Alv við Áir. Legurnar vórðu hildnar har í tvey ár, tá nýggi legubygningurin í Vatnsoyrum stóð liðugur at taka í brúk á sumri 1967. Húsið og legurnar fingu navnið ZAREPTA, sum er tikið úr Gamla Testamenti, (1.Kong.17,7-24v.)

Síðani 1967 hava legurnar verið í Zarepta, og um tvey ár eru 50 ár liðin síðani Zarepta varð tikið í brúk. Tá hugt verður í bakspegilin, so er stór orsøk at takka Harranum, men tað verður torført at seta navn á allar vælgerðirnar, sum Harrin hevur gjørt hesi seinastu 50 árini.

Brynleif hevði gott samstarvsfólk, tá hann byrjaði summarlegurnar við Áir og Zarepta. Tað kundi verið mong at nevnt, men eg skal loyva mær at nevna tveir av hansara nærmastu samstarvsfeløgum, sum vóru Zacharias Zachariasen og Robert á Lakjuni. Robert er ikki meiri millum okkara, og Z.Z. er júst nú komin inn í kempuelituna, 80 ára gamal. Honum eru givin mong ár í mun til vinmannin og starvsfelagan, sum doyði bert 33 ára gamal. 

BRYNLEIF SETUR SPAKAN Í – 50 ÁR LIÐIN
Í DAG, 6. OKTOBUR, eru 50 ár liðin síðani Brynleif Hansen, sáli, setti spakan í til nýggja legubygningin Zarepta. Hetta stendur at lesa í einum av bløðunum HINI, sum Brynleif skrivaði og gav út í samband við summarlegurnar. Tað, sum er stuttligt at leggja merki til er, at hesin dagurin er júst føðingardagurin hjá Elsu, sum var kona hansara - henda dagin hevði Elsa sín 23 ára føðingardag....hví valdi hann júst hendan dagin?

BRYNLEIF DOYR – 45 ÁR LIÐIN 
Tað eru í ár 45 ár liðin síðani Brynleif Hansen doyði, bert 33 ára gamal, í syrgiligu flogvanlukkuni undir Knúki í Mikinesi leygarmorgunin tann 26. septembur 1970. Brynleif hevði ikki stundir at bíða eftir nøkrum sum helst, tí hann hevði øgiligan skund. Tá vit hugsa um stutta áramálið hann fekk, so skilja vit, hví hann hevði slíkan skund – men hann vitsti tað nokk ikki sjálvur! 

PIONERURIN
Hann fekk bert 5 arbeiðsár í barna- og summarlegunum, og av hesum bert 3 ár í Zarepta. Hann byrjaði at virka sum trúboðari í Føroyum í 1964, men fekk bert 6 ár í hesum arbeiði. Hesi 6 árini hann fekk at virka í, avrikaði hann nógv:

- skrivaði og gav út ikki færri enn tvey bløð: HIN TIGANDI BOÐBERIN og blaðið HINI, sum kom út á hvørjum ári, bæði áðrenn og aftaná summarlegurnar

- skipaði fyri stórslignari trúboðarastevnu og trúboðaraframsýning á páskastevnuni í Zarepta í 1968, sum var tann fyrsta av sínum slag í Føroyum, og gjørdist ein sonn íblásing hjá ungdóminum í samkomuni at halga seg til trúboðan.

- talaði evangeliið og bjóðaði fram á fleiri samfelagsmøtum í Ebenezer seinast í sekstiárunum, har fólk í hundraðtali komu fram til frelsu. Slíkur møtiháttur var ókendur í Føroyum tá

- tók stig til at byrja fyrsta føroyska bíbliuskúlan í Føroyum, sum varð hildin í Zarepta í tíðarskeiðinum oktobur 1968 til mei 1969 

- skipaði fyri føroyskum evangeliskum stórmøtum í Keypmannahavn í apríl í 1970, (sama ári, sum hann doyði). Møtini vórðu hildin í stóra teatursalinum í Merkur-Teatrinum, og vórðu vitjaði av fleiri hundrað útisetum – hetta var fyrstu fer, at føroyskir evangeliskir stórfundir vórðu hildnir í Keypmannahavn!

ZAREPTA
Men tað, sum hann til allar tíðir verður settur mest í samband við eru barna- og summarlegurnar við Áir og í Zarepta, har hann einans fekk 5 ár at virka í. Hesi 5 árini setti hann spor eftir seg, sum hava havt alstóran týdning fyri kristinlívi í Føroyum og eisini føroyska samfelagið sum heild. Hesi fimm árini hjá Brynleifi eru vorðin ein hálv øld, har summarlegurnar hava verið hildnar uttan steðg á hvørjum ári.

Brynleif er grivin í kirkjugarðinum í Miðvági. Áskriftin á gravsteininum er tikin úr einum av Sálmunum: “Tú leiðir meg eftir ráði tínum og síðani tekur tú meg upp i dýrd.”

Vit kunnu bert gleðast um, at tað vóru menn og kvinnur, sum tóku kyndilin upp eftir Brynleif, og sum trúfast hava borið hann víðari til onnur, sum aftur hava borið hann til onnur. 

VIT YNSKJA, AT HARRIN FRAMVEGIS SIGNAR MINNI EFTIR ÍBIRTARAN 

BRYNLEIF HANSEN!