Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Bumbumaðurin bleiv leyslatin

 Tað er tíðuligt, at ríkisløgreglan hevur tikið fútan av ræði. Mikudagin varð Jóannes í Dali, leyslatin frá Venstre Fængsel, tí fútin hevði onki grundarlag fyri at halda manninum varðhaldsfongslaðan. Seinast ákæruvaldið í Føroyum bað um, og fekk varðhaldsfongslingina longda, var týsdagin 23. August 2011.

Tá kom løgreglan oman úr Mjørkadali, við Jóannes í Dali.  Ta ferðina skuldi “bumbumaðurin” hava forlongt varðhaldsfongslingina í fýra vikur aftrat, men tað vildi Føroya rættur tó ikki uttan víðari. Jóannes í Dali fekk longt varðhaldsfongslingina, men rætturin vildi ikki longur forða manninum í at fáa vitjan ella geva honum forboð at samskifta skrivligt.

Fyri ákæruvaldið var tað sera prinsipielt, at løggan hevði funnið battaríir, sum vóru bundin saman. Hetta var gjørt, var grundgevingin, fyri at byggja eina bumbu, og at løgreglan í veruleikanum hevði forðað fyri einum ræðuleika.

Danska løgreglan mátti taka ákæruvaldið í Føroyum av ræði, og sleppa Jóannes leysum úr Venstre Fængsel. Tað hendi mikudagin.

“Bumbumaðurin” bleiv leyslatin mikudagin.

Bara í Oyggjatíðindum frá 16. september 2011, sum kann keypast í søluskipan okkara.