Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Búmerki fjalir orsøkina til ráman kloakklukt

Dan Klein --- 10.08.2017 - 08:39

Gamlar perlur: Hans Lamhauge: Lukturin er mangan so ringur, at vit kunnu ikki vera inni hjá okkum sjálvum. Vit hava gjørt vart við støðuna hjá kommununi uttan úrslit. Oyggjatíðindi 30 juni 2004:

Hetta røri lá longri uppi. Granni gjørdi dundrandi vrøvl um luktin. Kommunan loysti trupulleikan við at føra rørið longur oman, so lukturin rakti aðrar grannar, og har hevur rørið so ligið síðani. Vit hava eisini verið ein túr eftir Grímsánni. Har er líka ringt. Kanska uppaftur verri. Har kemur kloakkvatnið út millum hús og beint omanfyri Bakkafrost, sum framleiðir fiskaúrdráttir til matna. Meira seinni.....

Teir allar flestu føroyingarnir hava verið í Runavík, og vita eisni av, at kommunan brúkar eina brúgv, sum sítt búmerki, ið javnan er at síggja undir lýsingum í politisku og almennu pressuni.

Brúgvin sjálv er steinsett, pussað og helst reinsað við tannbust, og grasið er sligið so væl sum ein nýbarberaður borgarstjóri ein sunnumorgun í kirkjutíð.

Vit skuldu kortini finna útav, at alt var nú ikki so tespiligt, at henda vakra brúgvin í veruleikanum krógvaði eina óhugnaliga søgu um dálking.

Men fyri uttanfyristandandi er tað ikki so líka til at kenna umstøðurnar annars. Tað máttu vit sanna, tá ið Hans Lamhauge ringdi til okkara og tosaði um ótolandi kloakkskipan, sum rann oman gjøgnum Glyvragjógv, og líka ringt var í Grimsánni. Tað var lukturin frá hesum kloakkskipanum,Hans Lamhauge, ið sjálvur býr á Glyvravegi nr. 3, vildi hava okkum at hyggja uppá.

Fyri at finna staðið, fingu vit ein »prest« hjá Landsverk, at koyra eftir. Funnu vit prestin, funnu vit staðið.

Á prestinum stóð 67, og niðanfyri 610. Hetta merkir, at frá Farstøðini í Havn og inn á Glyvragjógv eru 67 kilometrar, 600 stendur fyri Eysturoynni og 10 er talið fyri høvuðsveg.

Komu vit at standa við »prestin«, so kundi Hans síggja okkum frá køksvindeyganum, var hann ikki hendan leygardagin staddur á bryggjuni og tókst við okkurt hissini, men so kundu vit bara ringja á fartelefon hansara.

Hann var skjótur niðan gjøgnum bøin, og var klárur at leiða okkum ígjøgnum størstu umhvørvisgølu, vit í langa tíð hava upplivað.

Runavíkar Kommuna hevði sanniliga nakað at krógva.

Vit byrjaðu beint niðanfyri Glyvraveg - omanav »67«, har kloakkskipanin munnar út, væl krógvað av høgum grasi, men liturin og lukturin avdúkaði, at hetta var ikki vanligt regnvatn, sum fleyt út her, bara nakrar fáa metrar frá húsinum hjá Hans Lamhauge.

Vit høvdu funnið kelduna til ónøgdina. Frá hesi kelduni gingu vit niðan við Glyvragjógv, og komu framá ymiskt. Har var beinagrind av seyði, onkur deyður fuglur, annað burturkast og mín sann, eisini ein lyktasteyri úr jarni, sum bara var tveittur í gjønnað, umframt alt hitt, sum vanliga sæst sløðast í náttúruni.

Grasið, vit gingu í var so tjúkt, at tað føldist sum ein óstorslig hoppiborg, ella ein útsjora madrass hjá Tobba, at ganga á. Glyvragjógv gongur undir Glyvravegi. Men syndirnar vóru ikki bara í neðra. Báðu megin við í erva komu m.a. el- og teleleidningar út, til mikið misprýði, og helst ikki heilt uttan vanda, skuldi óhappið verið um seg.

 Undir Glyvravegi koma vit fram á eitt stórt rør, sum í diametri mundi vera so rúmligt, at pláss var fyri øðrum beininum hjá Kára Post.

Rørið endaði miðskeiðis undir vegnum, og tað, sum kom út, var líka skitið og illaluktandi, sum eitt politiskt sniðálop í valstríði.

Hetta rør lá longri uppi í Glyvragjógv, men granni omanfyri vegin gjørdi dundrandi vrøvl yvir luktin, so kommunan tók bara og fluttið luktin til grannarnar niðanfyri vegin.

Men tá vit so komu niðanum Glyvraveg, var alt umhvørvi sum hamskift.

Áin var gullrein, bøurin »barberaður« og stoltleikin hjá Runavík - brúgvin um Glyvragjógv, stóð pen og prýðilig.

Standandi á brúnni og hyggjandi omaneftir, sást onki til óhumskuna, vit annars høvdu vassa okkum í gjøgnum niðaneftir.

Øll óhumskan lá krógvað undir Glyvravegi og niðanfyri vegin.

Aftaná hesa seansuna, helt Hans Lamhauge, at vit eisini skuldu ganga okkum ein túr yvir til Grimsánnað, sum gongur omanvið markinum til sethús niðanfyri vegin við vakrari og nýslignari grasplenu.

Nakað niðanfyri hesi sethúsini funnu vit millum høgt villgras og aðra óhumsku kloakklitta vatnið og ráma luktin. Ein partur av hesi óhumskuni var leitt úr Glyvragjógv, men restin av kloakkvatninum kom annars frá fleiri hundrað sethúsum omanfyri vegin.

Men beint niðanfyri kloakkmunnan í Grimsánni, síggjast tekjurnar hjá Bakkafrost, sum dag og dagliga arbeiðir við skrøppum ES-treytum til reinføri, tí virkið framleiðir úr fiskaúrdráttum til m.a. Europeiska, og aðrar marknaðir.

Túrurin endaði so inni hjá Hanusi, har konan borðreiddi við nýgjørdum kaffi og køkum.

Undir samrøðuni við tey bæði, fingu vit at vita, at tað var fleiri ferðir komið fyri, at lukturin frá Glyvragjógv var so rámur, at tey kundu ikki vera í húsinum, og enn minni bjóða nøkrum á gátt.

Hanus minnist hendan luktin serliga væl seinastu páskir, og ringdi til borgarstjóran, Rodmund Nielsen, sum lovaði at gera nakað ítøkiligt við ótolandi trupulleikan, og setti seg eisini í samband við teknisku nevnd, sum eisini umsitur umhvørvi. Av einhvørjari orsøk hendir onki meira.

Vit ringdu til Rodmund Nielsen.

- Er tú til enn, spurdi Rodmund Nielsen í hinum endanum.

Hann skilti væl støðuna hjá Hanusi Lamhauge og øðrum, sum dag og dagliga mugu finna seg í deyminum.

Borgarstjórin kendi trupulleikarnar, segði seg hava tosað við Hanus fleiri ferðir, og lovaði, at kloakkviðurskiftini í Glyvragjógv og Grimsánni, skuldi avgreiðast í ár - ikki við samlibrunni, men við at hesar kloakkir verða leiddar út á sjógv?!

Vit kundu so heldur ikki bara okkum:

Rodmund, rennur kloakkvatnið frá tær í Glyvragjógv ella í Grimsánna?

- HA!

Tú, tað veit eg ikki, men tað rennur tann vegin, segði borgarstjórin.

Men Rodmund Nielsen lovaði so at fáa viðurskiftini í rættlag í hesum árinum.

Og skuldi tað verið langt í millum at nakar sær ella hoyrir til borgarstjóran, so vita vit tó øll nú, at hann er til, og við til at forpesta lívið hjá ávísum borgarum í kommununi.

Til kommunan hevur sett propp í óhumskuna, mugu borgarar í kommununi smyrja seg við, at vakra búmerki hjá Runavík, fjalir orsøkina til ráman kloakklukt!