Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Bústaðarlán enn bíligari í Eik

Enn einaferð gongur Eik á odda og lækkar lægstu bústaðarlánsrentuna. Hesa ferð niður á 3,45 prosent

Bústaðarlánskundar í Eik fáa nú fyrimun av enn eini rentulækking. Lægsta rentan á bústaðarlánum lækkar við 0,30 prosentstigum, tvs. úr 3,75 prosentum niður í 3,45 prosent.

Hetta er fjórða ferðin í eitt gott ár, at Eik lækkar rentuna til fyrimunar fyri bústaðarlánskundar sínar.

“Vit eru í støðugari kapping um kundarnar á føroyska marknaðinum og arbeiða tí miðvíst við at styrkja um okkara kappingarføri, soleiðis at hetta er til fyrimunar fyri allar føroyingar”, sigur Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri í Eik.

Seinast Eik lækkaði rentuna á bústaðarláninum var 1. august 2013, tá lægsta rentan á bústaðarlánum lækkaði úr 4,00 niður í 3,75 prosent.

Rentulækkingin fær gildi 20. juni 2014, og er sjálvvirkandi. Hetta merkir, at kundum við lægstu 1. veðrættarrentu nýtist einki at gera fyri at fáa ágóðan av rentulækkingini.